Lítandi á lyftini

Teskurin og lagið til sangin byrjaðu at fáa skap í 2011, men endaliga útgávan kom ikki fyrrenn í 2019. Orð/lag ØB – nótar vanta.    Sum vit ferðast gjøgnum lívið, sum av óvissu er merkt, ótrygd eykennir várt lívsins stutta skeið. So er gott at kenna Jesus og hans dýrabara orð, og at vita, lyfti hans, tey svíkja ei.     Lítandi á lyftini   ...

So mangt er mær dult – við rødd Arnvørs

 12. februar í fjørð fór Arnvør á Torkilsheyggi heim til Harran. Hon var ein gávurík sangkvinna, sum gleddi okkum so mangan við sangi sínum. Á sjálvum degnum, eitt ár eftir burturferð Arnvørs, varð sangurin “So mangt er mær dult” útgivin, soleiðis at hann nú kann hoyrast á netinum. Hans Poulsen, sum eisini áður hevði samarbeitt við Arnvør innan sang og tónleik, hevur staðið fyri upptøku,...

Har tað kostar at vera kristin

Forfylging av teimum kristnu er versnað í stórum londum sum Kina og India, har mong trúgvandi vága nógv fyri at vera millum teirra, sum játta trúgv á Jesus. Hetta sæst av árliga listanum ”World Watch List 2019” hjá Open Doors. Hesin altjóða kristni felagsskapurin, sum arbeiðir millum kristin, ið verða atsøkt fyri trúgv teirra, ger á hvørjum ári ein lista við 50 tjóðum, har atsóknir...

Samkoman, har eg kendi meg heima

Susan sigur frá vitnisburði sínum og hugleiðir um ta samkomu uttan fyri London, har hon vaks upp: Eg mundi vera um fimm ár, tá eg byrjaði at ganga í sunnudagsskúla í hesum salinum, sum lá beint yvir av barnaheimi mínum. Eg kendi meg drignan hagar og var eisini væl móttikin av teim lærarum, eg hevði í sunnudagsskúlanum. Árini gingu, og tá ið eg var 11...

KRISTNASTOVA – um jóltíðir 2018

Desember er ein heldur øðrvísi mánaði enn aðrir mánaðar við nógvum ymiskum tiltøkum. Og soleiðis hevur eisini verið hesaferð – sæð við okkara eygum. Møti og samkomur í Kristnastovu hava verið merkt av hugna, kertuljósum, granni og jólatónum. Tala og sungið hevur verið um komu frelsara okkara í hendan heim. Umsíðir kom lítla andaktsbókin út, sum hevur verið í umbúna eina tíð, kallað “Ein dag...

Kvirra – í nýggjari útgávu

Fyrr í hesum mánaða útkom jólasangurin “Kvirra um fjøll og fløtur” í einari eitt sindur øðrvísi útgávu enn tað, vit hava hoyrt áður. Marjun Wolles, sum lesur tónleik í Reykjavík, hevur innsungið sangin, og tónleikararnir eru allir úr Íslandi. Teir eru: Kjartan Valdimarsson, sum spælir klaver, Jóhann Ásmundsson, ið spælir bass, meðan sonurin, Ási spælur trummir.  Sera vakurt og áhugavert framborið – sangurin kann hoyrast...

Ein dag í senn

Fyrst í desember mánaða kom andaktsbókin út, sum eg havi arbeitt við í eina tíð, ið ber heitið “Ein dag í senn.”  Bókin er framleidd á Eiði. Robert Gutke, sum er ættaður úr Týsklandi og hevur konu av Eiði, hevur tikið sær av tí grafiska, uppsett og sniðgivið.  Bókin er prentað á Tonito, sum eisini hevur virki sítt á Eiði. Eg eri sera takksamur fyri...

At koma heimaftur

Um jóltíðir ferðast ungir føroyingar í hópatali heim til Føroya fyri at vera saman við foreldrum og systkjum. Vit vilja helst vera saman við “okkara” um høgtíðina – hava okkara kæru rundan um okkum. Og tað er væl skilligt, at um jólini ynskja foreldrini at breiða sínar veingir yvir børnini, sum í gerandisdegnum eru búsett so langt burturi. Viðhvørt hendir tað øvuga: Foreldur koma niður...

Samfelag og seniorar í Skovlunde

Mikudagin 14 november klokkan 11 hittist ein skari av “seniorum” í Skovlunde Frikirke til “frokostmøti” – eitt møti, ið verður hildið fýra ferðir um ári.  Skarin er samansettur av fólki, sum savnast í samkomuni í Skovlunde, men eisini úr Glostrup Frikirke, Kristent Fælleskab og Kristnastovu. Dentur verður altíð lagdur á, at Orð Guds verður borið fram, og ávís evni verður gjøgnumgingið. Hesaferð var tað Andrew,...

Stinnur statt

Stinnur statt

Tú sum gongur trúarleið, lít á Harran, óttast ei, og birt títt ljós, har myrkrið hevur valdið. Signað veri tað, tú gert, einsamallur ei tú ert. Í Jesu navni treystur fram tú haldi. Stinnur statt og óttast ei, Harrin kennir tína leið, tí kraftin hon er Guds og ei tín egin. Hann er við um tind og dal, ein dag opinberast skal at Jesus fylgdist...