Heima á klettunum í góðum várveðri

At vera signaður við góðum veðri í fleiri dagar, tá ein er heima í Føroyum at vitja, er nakað, sum bara kann lívga ein heimafturvendan útiseta. Várið er ein góð, lívsjáttandi tíð. Fuglalívið er í hæddini, spælandi smálombini síggjast í um dalar og skørð og dagarnir eru langir og ljósir. Her eru onkrar av myndunum, eg tók á leiðini við Velbastað, uppi í Hoyvík og...

Ein dag í senn – nýtt upplag

Eitt nýtt upplag av andaktsbókini “Ein dag í senn”, sum kom tíðliga í desember 2018, var uppafturprentað á Tonito á Eiði nakað herfyri. Bókin er tí aftur at fáa í flestu bókahandlum og øðrum handlum við. Eisini fæst hon til keyps í Kristnastovu. Bókin hevur undirheitið” 31 dagar við orði og sangi” og kostar 60 krónur. Hon er útgivin á forlagnum “Afturljóð”, sum í sínari...

Breiðið krossins merki út

Í ár eru 100 ár, síðani føroyska flaggið veittraði gjøgnum eitt vindeyga á skúlaheiminum, Regensen, har nógvir føroyingar hildu til fyrst í síðstu øld. Og sum náttúrligt er, hevur hetta verið markerað við hornblástri og skrúgongum heima í Føroyum, og røður hava verið hildnar ymsastaðni. Hin 26. apríl 2005 tvs fyri 14 árum síðani – dagin efir sjálvan flaggdagin – fekk undiritaði høvi at halda...

Hin fyrsta bíblian

Leygardagin, hin 16. mars varð okkara barnabarn, lítla Lydia, 2 ár. Millum tær mongu gávurnar, hon skuldi pakka upp, var ein barnabíblia, sum eitur “Alle børns bibel”. Enn er Lydia ov lítil at lesa søgurnar, men hon kann hyggja eftir myndunum og fáa onkrar einfaldar søgur fortaldar av teim vaksnu, eins og vit fingu, tá vit vóru børn. Bíblian minnir okkum eisini aftur og aftur...

Tosti eftir Gudi

 Gud, Tú ert Gud mín, eg søki Teg árla, sál mín tystir eftir Tær, holdi mínum leingist eftir Tær í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn! Sálm. 63,2.  Eg var í 2011 niðri í Ísrael saman við sangkórinum í Ebenezer. Tá gistu vit eina nátt í stórum tjaldi í Judaoyðimørk – nakað sunnan fyri Betlehem. Fyri okkum føroyingar, sum eru vanir við “grønar líðir...

Ein slóbrótari og stríðsmaður

28. mars vóru 125 ár liðin, síðani Victor Danielsen var borin í heim. Hetta hevur verið skrivað og hugleitt um í ymsum miðlum hesa seinastu vikuna.  Victor Danielsen doyði í 1961 og var ikki meira enn 66 ár, tá hann andaðist. Men tað, hann legði eftir seg á andaliga økinum, var ikki smávegis. Fyri 25 árum síðani – í 1994 – stóðu niðanfyri standandi greinir...

Minni frá vitjan Tom Roberts

Í hesum døgum vitJa Lisa og Tom Roberts úr Bahama oyggjunum samkomur í Føroyum, og tað má sigast vera ein forvitnislig vitjan. Tí tey hava mangan vitja í Føroyum áður, serliga Tom, sum er evangelistur. Í 70unum og 80unum vitjaði hann í Føroyum og mong vórðu nomin gjøgnum talu hansara. Tey, ið játtaðu trúgv á Jesus sum úrslit av boðskapi Tom Roberts, munnu vera mong...

Ein vinur flutti heim

Týsdagin 19. februar mistu vit ein hollan vin, tá Johan Restorff brádliga andaðist niðri á Tenerife, har hann og konan, Esther, høvdu hildið diamantbrúdleyp fáar dagar frammanundan.  Johan var hotelleigari og ímyndin av Hotel Hafnia í eitt mannaminni og ein sera virdur kristin maður. Við vinarligum verumáta umgekst hann bæði føroyingar og útlendingar, ið hann kom í samband við, m.a. gjøgnum hotellvirksemið.  Johan var ein...

LOGOS HOPE – 10 ára minni

10 ár eru liðin, síðani Logos Hope sigldi út frá Køge og byrjaði sína missiónssigling, eftir at hava ligið har í longri tíð vegna ta umbygging, sum fór fram av skipinum. Henda tíðin var merkt av mongum vitjanum og rundvísingum umborð, og eisini vitjaðu OM-fólk Kristnastovu og aðrar samkomur. Vit skipaðu eisini fyri einari føroyskari samkomu umborð á Logos Hope. Hetta var ein áhugaverd tíð...

Gunnvør áttati

  Í dag, 22. februar, fyllir systir mín, Gunnvør Justinussen 80 ár. Hon er elst av okkum systkjum og er fødd sama ár, sum annar heimsbardagi brast á, so vit fara mong ár aftur í tíðina. Men tað var ikki undir bestu umstøðum, at hon var fødd, tí pápi okkara lá sjúkur á Santatorinum í Hoydølum, sum tað eisini framgongur av grein um Gunnvør í...