Kvøða til faðir

Kvøða til faðir

                            –                                                    Ognað faðir mínum, Sigurd Berghamar,                                          ...

Á morgunmøti í Róm

  So mangan høvdu vit lisið um samkomuna í Róm – ikki minst í Rómbrævinum. Paulus hevði jú eitt ynski um at vitja samkomuna í Róm og skrivar: “tá ið eg komi til tykkara, skal eg koma við signing Kristusar í fullum máli! ( Róm. 15,29).  Og hagar kom hann, tó  sum fangi  eftir eina strævna sjóferð. Helst hevur mótloysi gjørt vart við seg, tí...

Sóljan aftur í túninum

Tað kendist gott at síggja Sóljuna, sum sjúklingabussurin verður kallaður, koma koyrandi inn í túnið hjá Kristnastovu við fólki hendan sunnumorgunin. Vit hava havt gleði av Sóljuni í mong ár, men tíverri hevur eingin reglulig koyring verið nú í fleiri mánaðar. Tað er so broytt nú, og gongd er komin aftur í hesa tænastu. Sóljan koyrir, og tað gleðast vit um – ikki minst vegna...

Ein Orðsins maður

  Tann 1. Juli vóru 10 ár síðani prædikumaðurin Poul Madsen andaðist í heimi sínum í Stenløse, 93 ára gamal. Hann var ein bíbliukønur maður og ein Orðsins mynduleiki, sum hevði ómetaliga nógv at geva. Føroyar og føroyingar lógu honum eisini nógv á hjarta. Tá hann var farin, skrivaði undirritaði eina stutta minnisgrein um Poul Madsen. Nakað av greinini verður endurgivið her: Poul Madsen var...

Læruríkir dagar á IBCM-stevnu

IBCM merkir International Brethren Conferences on Mission. Hesin felagsskapur skipar fyri einari altjóða stevnu, sum fer fram fjórða hvørt ár.  Hesaferð var hon so í Róm frá 24 til 29. juni. Har vóru 880 luttakandi, umboðandi 122 lond og við vóru omanfyri 30 føroyingar.  Tað kendist lívgandi at vera partur av stóru samkomuni, sum savnaðist í fundarhøllini, har stevnan varð hildin nakað uttan fyri Róm....

Á Birmavej í 40 ár

Júst nú í summar eru 40 ár liðin, síðani arbeiðið í Kristnastovu flutti frá Oxford Allé yvir á Birmavej 36 á Amager. Hetta var í 1979, og ikki var langt millum húsini, kanska ein kilometur. Men munurin var stórur, tí hølini, ið vit vóru til taks á nýggju adressuni, vóru munandi rúmligari og betri egnað til verkið. Tað tók sína tíð at fáa neyðug loyvi...

Á stevnu í Róm

Í døgunum 24 – 29. juni var altjóðað leiðarastevna hildin uttan fyri Róm fyri fólk innan brøðrasamkomuna, sum savnaði millum 800 og 900 fólk úr ymsum londum saman. Yvir 30 føroyingar vóru við stevnuna, har ljós var varpað á missión, men eisini onnur evni vóru viðgjørd, sum vóru viðkomandi og hava við verk Harrans at gera. Hetta vóru gevandi dagar við nógvum góðum íblástri. Hitin...

Eitt ljóst hásummarkvøld

Seinasta fríggjadagssamkoma í Kristnastovu fyri summarfrítíðina var 14. juni. Eftir at vit høvdu sungið saman – og lovsangurin ljóðaði so væl hetta ljósa summarkvøld – var eitt sindur gjørt burtur úr, at tað seinni í hesum mánaða eru 40 ár, síðani fyrsta fríggjakvøldssamkoma var á Birmavej 36.  Síðani talaði Símun Absalonsen, og hann talaði um hetta, at vit sum kristin hava Guds Anda og kunnu...

Syngjandi vinir frá 60unum hittust aftur

Leygardagin 11. mai var forvitnislig reunionsamkoma á Hotel Hafnia fyri okkum, sum vóru við kórinum “Sangvitnisflokkurin” í Íslandi í juli 1963. Hetta var eitt lítið ungdómskór, sum virkaði í samband við Bíbliuklassan í Ebenezer, sum Petur Háberg hevði ábyrgd av í mong ár. Petur var eisini maðurin, sum hevði fingið hesa ferð í lag. Ingálvur av Reyni og Zacharias Zachariassen vóru eisini við í ferðini....

Down deep in my heart

Hvat var tað, sum gjørdi at ein sangur var skrivaður ella kom fram. Tað er altíð áhugavert at hoyra um. Men tað kann eisini vera forvitnisligt at vera mintur um, hvussuleiðis ein sangur er komin okkum heim til Føroya og umsettur til føroyskt. Og har eru søgurnar ymiskar. Fyri umleið 50-60 árum síðani vóru tveir brøður í USA sum sungu og útgóvu plátur. Teir itu...