Føroyaferð hjá Logos Hope er útsett

Koronakrímið, sum av álvara hevur gjørt við seg í hesum døgum, hevur merkt, at nógvar ferðir og tiltøk verða avlýst ella útsett, eisini í kristiligum høpi. Logos Hope skuldi koma til Føroya nú í summar, men avgerð er tikin um at útseta hesa ferð. Hetta boðar OM Føroyar frá á heimasíðu teirra (om.fo), har sagt verður at “tað harmar eisini leiðsluna á skipinum almikið, sum...

Samfelag uttan samveru – ein heilsan

Tað er mangan ikki fyrrenn nakað verður tikið frá okkum, at vit raka við, hvussu nógv tað hevur havt at týða. Soleiðis man tað kennast hjá fleiri okkara í hesum døgum, nú møti verða avlýst, og vit ikki kunnu leita til okkara andaligu heim, soleiðis sum vit plaga. Vit kenna tað, sum at nakað dýrabart verður tikið frá okkum eina tíð. Men samfelagið, vit hava...

Vónir um várið

Komið er út á grækarismessu, og tjøldrini koma til Føroya. Um somu tíð er undantaksstøða í Danmark, í Føroyum og fleiri øðrum londum vegna ta Corona-smittu, sum hevur gjørt vart við seg seinastu tíðina. Í skrivandi stund ávirkar hetta samkomur og tiltøk, sum verða avlýst ella útsett. Eitt nú eru møtini í Kristnastovu avlýst, fyribils í tvær vikur. Hetta fyllir nógv í miðlunum júst nú,...

Jesus eina

“Tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus eina”. – Matt. 17,8. Flest øll trúgvandi munnu hava havt onkrar hæddarløtur í andaliga lívinum. Løtur, sum gjørdust serstakar, tí Harrin talaði til hjørtu okkara. Vit vóru kanska saman við øðrum, ið gingu somu leið sum vit. Vit sungu sangir um Harran, hoyrdu Orðið talað og vitnisburðir, sum lívgaðu hjørtu okkara. Vit upplivdu tað sum...

Atsøkt fyri trúgv teirra

Altjóða felagsskapurin Open Doors, sum er umboðaður í Danmark,  hevur nýliga kunngjørt árliga listan av londum, har forfylging av teim kristnu er mest víðgongd. Hesin felagsskapur, sum arbeiðir fyri at hjálpa og upplýsa um viðurskifti teirra kristnu , ið eru undir trýsti, ger á hvørjum ári ein lista við 50 tjóðum, har mótstøðan er serliga harðrend. Kanning teirra er, sum skilst, rættiliga neyv og gjørd...

Evangeliskir tónar á skipsdekki

Eg helt hesa myndina vera hugtakandi, tí hon minnir á eina tíð, sum kanska lutvíst er farin í søguna: at møti vóru hildin umborð á føroysku fiskiskipunum. Eg var sjálvur sum unglingi ein ísfiskatúr við línuskipinum, Brestir, har mammubeiggi mín, Júst í Túni, var skipari. Minnist, at møti var í messuni tann eina dagin, har skipið fiskaði nakað  – helst hevur hetta verið sunnudag. Minnist,...

Hava vit framvegis nakrar valmøguleikar?

Fyri 20 árum síðani fóru vit inn í nýggju øldina og skuldu skriva ár 2000  á fyrsta sinni. Um hetta mundið – um jóltíðir 1999 – kom blað okkara, Boðberin, út. Hetta var eitt temablað, sum snúði seg um nýggju øldina, sum nú lá fyri framman. Eina av greinunum hevði Susan skrivað, og hon hevði yvirskriftina: Hava vit framvegis nakrar valmøguleikar?  Nú skriva vit 2020,...

Fagnaðarljóð

Nýliga kom upptøka undan kavi við einum kórsangi frá 2006, ið var ein kvøða til samkomuna í Ebenezer, tá ovari salur var tikin í nýtslu sama ár. Hetta er ein takkarsangur, har litið verður aftur á farna tíð við takksemi um, at gleðiboðskapurin kom til oyggjaland okkara og broytti hjørtu og lív. Hugsað verður eisini um tey, sum undan gingu og boðaðu Orð Guds inni og...

Tiltøk um jólini

Eins og undanfarnu ár skipaði Kristnastova fyri fleiri tiltøkum í samband við jólini, sum júst eru farin aftur um bak. Harumframt hava vanligu møtini eisini verið merkt av jólaboðskapinum, sum er komin fram í talu og sangi.  Væl av fólki hevur leitað út á Birmavej 36 í samband við hesi tiltøk. Mikudagin 11. desember var sokallaða seniorsamkoman, har vit savna nøkur av teim eldru, fastbúgvandi...

Jólasangur á Ríkissjúkrahúsinum

 Nógv verður gjørt fyri at hugna um tilveruna hjá fólki, sum mugu vera á sjúkrahúsum og øðrum stovnum, nú tað stundar móti jólum. Eisini á Ríkissjúkrahúsinum. Og sum eg hendan dagin kom framvið, hoyrdi eg vakrar tónar frá einum kóri, sum sang fyri sjúklingum og avvarðandi. Hetta var skilliga nakað, sum fólk setti prís uppá – eisini tá fjøldin fekk høvi at syngja “Julen har...