Lennox við forvitnisligari bók

Týsdagin 2. juni gevur KFS bókina “Hvar er Gud í einum heimi við Koronavirusi?” út!  Tað boðar heimasíðan hjá Leirkerinum frá og sigur, at forlagið eisini fer at selja hesa bók. Hon verður til sølu á nethandlinum hjá Leirkerinum. Víðari verður sagt: „Ongin í vesturheiminum hevur eina greiðari og vísari rødd enn John Lennox. Øll tey, sum hava hoyrt deyðseingilin flúgva um heimin og eru...

Andaktir uttandurað halda fram

Hóast danska samfelagið letur upp aftur á fleiri økjum, er framvegis ikki gjørligt at vitja sjúklingar á Sjúkrahúsunum. Sum støðan er nú, kunnu avvarðandi heldur ikki vitja síni kæru, sum eru innløgd. Hetta merkir eisini gerandisdagin hjá føroyingum á Ríkissjúkrahúsinum og føroyska Sjúklingahotellinum. Men í fleiri vikur hevur møguleiki verið at hava andaktir á vøllinum uttan fyri Sjúklingahotellið. Fólk hava sitið í túnunum og uppi...

Heilsan og hugleiðing

“Skal eg taka eitt tíðarskeið, sum tóktist øðrvísi enn onnur, so var tað kreppuárini í Føroyum í 90unum, sum førdi við sær, at nógvir føroyingar komu til Danmarkar. Skarin av útisetum vaks og vit gjørdust mong í tali – bæði í Keypmannahavn, men eisini aðristaðni t.d. í Esbjerg og Hirtshals. Mong leitaðu til møtini í Kristnastovu, og eisini komu mong til legur okkara í Norðursjællandi....

Tað er stilt í húsi Harrans

Ein regla úr einum gomlum sálmi hevur malt í huga mínum aftur og aftur, nú ið eingi almenn møti hava verið í samkomum og kirkjum í fleiri vikur. Reglan er úr sálminum, sum byrjar við orðunum “Hin ljósi dagur svann” og sigur víðari “stilt var í Harrans húsi.” Og ja – tað er stilt í húsi Harrans í hesum døgum. Og tað er ikki tí...

Gamlar gøtur

Tað var um heystið 1973, at byrjað varð at savna føroyskar útisetar á Oxford Allé á Amager. Í 1998 vóru sostatt 25 ár liðin, síðani hetta verk sá dagsins ljós. Í tí sambandi varð skipað fyri eini legu fyri fyrrverandi útisetar á Zarepta á Vatnsoyrum. Hendan legan savnaði væl av fólki saman, har høvi varð at hyggja afturá og minnast tíðina, sum farin var, syngja...

Hin líðandi Messias

Tá ið eg var smádrongur, var eg mangan drigin at hesi myndini,  sum hekk í stovuni hjá ommu míni í Havn. Onkunsvegna so greip hon mítt barnahjarta, hvørja ferð eg vitjaði Ommu. Myndin er av tí tornakrýnda Kristusi. Niðast til vinstru á myndini stendur JW, sum merkir Jógvan Waagstein, ið var ein kendur føroyskur listamaður og lagskrivari. Men so hevur Waagstein eisini skrivað “efter Reni”....

Uttandura andaktsløta skýrisdag

Í hesum tíðum eru eingi almenn møti í Kristnastovu og heldur eingin andakt á Sjúklingahotellinum. Tó høvdu vit – nøkur fólk úr Kristnastovu – ta gleði í dag, skýrisdag, at fáa eina løtu í túninum uttan fyri hotellið saman við nøkrum sjúklingum og avvarðandi, verandi tó í frástøðu. Hetta var ein góð løta, har sólin skein so fagurliga, meðan føroyska flaggið veittraði lið um lið...

Sum dagar tínir eru

Onkur minti meg nú um dagarnar um nøkur orð, eg hevði skrivað í andaktsbókini “Ein dag í senn”. Tað snýr seg um ta fyrstu andaktina við yvirskriftini “Sum dagar tínir eru”,  ið m.a. umtalar ta óvissu, sum altíð er tengt at okkara lívi. Tí viðhvørt hendir okkurt óvæntað, sum ikki stóð í kalendaranum og kom óvart á okkum. Í nevndu andakt eru fýra ímyndað dømi...

Á grasgrønum eingjum

Lovsangur teirra kristnu hoyrist ikki sum áður í húsi Harrans, nú ið eingi almenn møti og gudstænastur fara fram í hesum døgum. Hetta skyldast sjálvandi tey tilmæli, sum eru komin frá mynduleikunum í samband við Korona smittuna.  Tíbetur verða vit tó ikki forða fyri at syngja fyri okkum sjálvi og kunnu gera tað heima við hús, í bilinum, ella tá vit ganga ein túr.  Lovsangurin...

Broyting í ferðaætlan

 Støðan hjá føroyskum trúboðarum tykist at vera tann sama í fleiri londum kring heimin, nú Koronasóttin er farin at gera um seg ymsastaðni og ávirkar virksemið  og lívið sum heild. Eitt nú sigur Óli á Grømma Jacobsen, sum býr í Alabama í USA, at hann og konan Judy kunnu fara til handils, men annars halda tey seg heima eftir tilmæli frá mynduleikunum. Eingi møtir eru...