1865 – eitt serstakt ár

Tað eru 155 ár liðin í ár, síðani William Booth saman við konuni Catherine Booth fór undir at arbeiða millum heimleys fólk á eystursíðuni av London. Hetta var í 1865.  William Booth var ein íðin evangelistur, ið brendi eftir at røkka út til teirra, sum eingin kirkja ella samkoma náddi út til. Hann vildi møta teimum neyðstøddu við gleðiboðskapinum, júst har tey vóru stødd. Hetta...

Gerandislívið vendir aftur

Komið er út í august mánaða, skúlarnir byrja aftur, og gerandislívið hjá mongum vendir aftur, tó helst nakað broytt hesa tíð við tí óvissu, sum er tengt at koronastøðuni. Eftir eitt summar, sum hevur verið øðrvísi enn tað plagar, var tað tó lívgandi hendan sunnudagin 16. august at síggja nakrar av útisetunum aftur, sum høvdu verið í summarfrí heima í Føroyum. Og sum tað sæst...

Bók um lív og vitnisburð Jim Elliots

Vit eru enn mong, sum minnast hendingina og søguna um fimm trúboðararnir, sum í 1956 lótu lív, tá ið teir royndu at koma inn til Auca-ættarbólkin í frumskóginum í Ekvador fyri at boða evangeliið um Jesus. Í Føroyum var nakað eftir hendingina greitt frá hesum djørvu, ungu monnum við orðum, myndum og tónum, og tað kundi ikki annað enn grípa hjørtu okkara, sum vóru ung...

Peter Maiden heimkallaður

Peter Maiden, fyrrverandi leiðari av missónsfelagsskapinum OM (Operation Mobilisation), var heimkallaður til Harran 14. juli eftir at hava verið sjúkur eina tíð. Hann varð 72 ára gamal. Peter Maiden var í Danmark fleiri ferðir og hevur m.a. luttikið á fleiri stevnum og møtum hjá Skovlunde Frikirke, har kona hansara, Win, eisini onkuntíð var við.  Tað hevur altíð verið nógv og gott samband millum føroyskar samkomur...

Trúgvin og burturvilstu synirnir

  “Maður hevði tveir synir. Hin yngri … fór avstað til land langt burtur; … Men hin eldri sonur hansara …” (brot úr Luk. 15) David Peckham var eitt kent navn í føroyskum samkomuhøpi. Mong eldri minnast hann frá bíbliuskeiðum, møtum og barnamøtum afturi í trýssunum. Hann átti eisini stóran lut í, at Páll Poulsen og Óli á Grømma fóru út sum trúboðarar við New...

Ein serstakur dagur

Leygardagurin 20. juni var ein heilt sertakur dagur hjá okkum, tí tá vit kundu halda okkara gullbrúdleyp. Liðin vóru 50 ár, síðan sólríka dagin í Hounslow, uttan fyri London, tá vit vórðu vígd hjún at vera í “Maswell Park Evangelical Church”, sum var andaliga heimið hjá Susan gjøgnum barna- og ungdómsár. Vit fingu eitt rættiligt “surprise” um 9 tíðina á morgni, tá nakrir morguntónar hoyrdust...

Torfør støða hjá trúboðarum

Nógvir av trúboðarum okkara úti í heimi eru nógv skerdir av støðuni við koronasmittuni. Teirra millum eru hjúnini Nurimar og Johannus Frants Poulsen, ið er ættaður av Eiði. Tey hava virkað í  Venezuela í mong ár. Í Bønarløtuni stendur hesin stutti, men talandi tíðindastubbi: Skógurin er fullkomiliga avbyrgdur. Trúboðarar sleppa hvørki inn ella út. Ikki er loyvt at ferðast ímillum landspartar. Einki bensin verður selt....

Vaksandi skari

Hetta várið hevur verið merkt av teimum skerjingum, sum hava fylgt við koronasmittuni. Alt samfelagið hevur verið at kalla afturlatið, og tað hevur eisini gingið út yvir møtini í Kristnastovu. Men nú er gleðilig broyting farin fram – smittan hevur mist takið –  og latið verður varisliga uppaftur. Hetta merkir, at fleiri nú kunnu koma til møtini. Og tað merkist væl, at fólk eru fegin...

Tinna og Sigurd Berghamar á yngri árum

Hugleiðing á pápadegi

Í samband við pápadagin 5. juni, hevur Erla systir skrivað hesa grein um pápa okkara, Sigurd Berghamar, sum hon hevur lagt út á facebookvanga sín. Greinin kann eisini lesast her: “Nu ser vi det bedre hvor meget vi har og takke deg for kjære trofaste far,” ljóðaði norski kvøðuljómaslagarin hjá Ritu Engebretsen & Helge Borglund úr “Frem fra glemslen”. “Fátt er sum faðir” – men...