50 ár síðani Logos varð keypt
Tann 15. oktober vóru 50 ár liðin, síðani missiónsfelagsskapurin OM keypti gamla ferðamannaskipið Umanak og gav tí navnið Logos. Hetta var í 1970, og árið eftir fór skipið fyrstu ferð sína til India. Tveir føroyingar vóru við fyrstu árini við, og teir vóru Tummas Jacobsen úr Søldafirði og Eirik Gunnarsson úr Havn. Aðrir komu aftaná, og síðani hava nógvir føroyingar verið við teim trimum skipunum...