Frá ævunum Guds verk fer fram

Fyrstu trý versini av hesum sangi, sum er nr. 959 í Nýggju Sangbók,  skrivaði pápi mín sum eina heilsan til Andrew Sloan, trúboðara, í samband við ein rundan føðingardag hansara. Andrew Sloan var ein trúfastur, bíbliutrúgvur prædikumaður í brøðrasamkomuni, ikki minst í heimasamkomuni, Ebenezer. Eins og faðirin, William G. Sloan, var hann mildur í framferð, vinarligur og umsorgsfullur. Triðja vers sipar til tað, sum stendur ...

Nýggjársheilsan í EVR

Gud, tú sum okkum hevur leitt og varðað, lívgað og styrkt ígjøgnum ár so mong, vann okkum frelsu, frið og fyrigeving, Gud, tær vit vilja bera takkarsong. Hetta er fyrsta vers av sálminum, sum er nr. 299 í Nýggju Sangbók og er skrivaður av  enska sálmaskaldinum Timothy Dudley-Smith. Sangurin er at hoyra saman við nýggjársheilsanini, sum er løgd út á heimasíðuni hjá EVR og kann...

Sunnudagsskúlin í Føroyum 140 ár

Í hesum ári, 2020, sum nú er komið at enda, eru 140 ár liðin, síðani byrjað varð við fyrsta sunnudagsskúlanum í Føroyum. William G. Sloan, skotski trúboðarin, sum eisini var barnavinur, byrjaði hetta verk í Sloans sali við Tinghúsvegin, sum havnarfólk kallaðu húsið. Hesin salur var bygdur árið frammanundan. Har savnaðist fyrsta samkoman, og í 1905 varð so gamla Ebenezer bygt. Har varð hildið fram...

Tá ið kongurin kom

Eg minnist væl frá mínum barnaárum, at Fríðrikkur kongur níggjundi kom á vitjan í Føroyum. Minnist stásiliga kongaskipið, Dannebrog, sum legði til bryggju í Havn, minnist horntónleikin og hátíðardámin, sum fylgdi við vitjanini. Helt tað vera undarligt at rópa hurra níggju ferðir, men skilti boðskapin – at hetta bara var gjørt við kongavitjan. Eg síggi framvegis fyri mær henda hábærsliga mannin í myrkum uniformi, sum...

Tinna og Sigurd Berghamar á yngri árum

110 ára dagur faðirs

Mín kæri faðir, Sigurd Berghamar, vildi fylt 110 ár í dag. Hann var føddur 22. desember 1910 og andaðist 21. juli 2003, 92 ára gamal. Hann var ein góður pápi hjá okkum fýra børnum, sum vuksu upp í  einum tryggum heimi, merkt av gudsótta, kærleika, gleði og friði.  Foreldur okkara vóru sera góð hjún og stóðu væl saman bæði í gleði og í royndum.  Missurin var...

Heilsan til seniorarnar

Óneyðugt at siga, so hevur koronasóttin skert virksemið hjá mongum kirkjum og samkomum í Danmark – og í Føroyum við. Hon hevur eisini rakt nøkur av teim tiltøkum, sum plaga at vera í Kristnastovu, eitt nú seniorsamkomuna, sum er fyri eldri útisetar. Henda samkoma, sum plagar at savnað fitt av fólkið saman, hevur verið hildin um jóltíðir í mong ár, men varð avlýst hesaferð.  Í staðin...

Logos Hope farin longur suður

OM-skipið Logos Hope kom á havnina í Kingstown í St. Vincent og Grenadines í gjár, 11. desember.  Hetta er eitt land við 32 oyggjum í karibiska havinum – nakað norðan fyri Wenezuela. Landið hevur egna stjórn,  men er tó  ein sokallað “Commonwealth” tjóð undir ensku kongatrúnini. Logos Hope er komin av Bahamasoyggjunum, sum liggur nakað norðanfyri St. Vincent og Grenadines. Í hesum lítla oyggjalandi búgva...

Stird orð

Veturin er yvir okkum, har dagarnir eru stuttir og náttin er long. Kuldin ger eisini vart við seg.  Tað gerst myrkari og kaldari enn, og tað ávirkar okkum øll – ikki minst tey eldru. Niðanfyri standandi yrking hjá Erlu er ein fangandi lýsing av hesum køldu og dimmu døgum. “Verm meg, sól, eg eri fryst!” stirda jørðin biður. Fæ og fuglar eru tyst. Sólin bara...

Virkin í Skovlunde Frikirke

Gjøgnum Akurin hava Sara og Andrew skrivað tíðindabræv, sum er sent út í hesum døgum. Har skriva tey um arbeiði teirra í Skovlunde Frikirke, har uppgávurnar eru mangar og ymiskar og siga m.a.; – Vit hava nú verið í Skovlunde Frikirke i sjey ár og eru fegin um at vera partur av hesi samkomu, hvør ynski er at vera eitt andaligt heim fyri øll ættarlið, bæði børn, ung,...

Andakt á Ríkissjúkrahúsinum

  Gjøgnum farna summar er andaktin á Sjúklingahotellinum – vegna korona farsóttina – farin fram í túninum uttan fyri hotellið. Har hava vit havt nógvar góðar løtur. Men nú er so heystið komið, og tað er vorðið kaldari í veðrinum. Og tí er avgjørt at flyta andaktirnar yvir til Ríkissjúkrahúsið. Har er ein litil, men hugnaligur kirkjusalur, og prestarnir, ið eru knýttir til Ríkissjúkrahúsið vísa...