Hvussu long tíð er tað

Mosie Lister,  sum livdi í tíðarskeiðnum 1921 – 2015 var pastorur innan baptistarnar í USA. Ivaleyst er hann tó mest kendur fyri sínar vøkru og talandi sangir. Nakrir teirra eru týddir til føroyskt, teirra millum “How long has it been”. Sanghøvundurin sigur soleiðis frá bakgrundini til sangin: Eg vaks upp í einum kristnum heimi og varð lærdur at at biðja, tá farið var í song. Tað...

Gevandi løtur á heystlegu

Árið 2020 var fyrsta árið síðani 1976, at eingin lega var hildin, sum Kristnastova skipaði fyri. Hetta komst av koronafarssóttini, sum merkti alt árið í fjør. Men í ár eydnaðist aftur at savna eina fjøld av fólki á legu á Nordsjællands Efterskole í døgunum 21 – 24. oktober. Næmingarnir á skúlanum eru í heystfrí um hetta mundið, og tað ger tað møguligt hjá okkum at...

Frá Operation Josva til Oxford Allé

ONNUR HUGLEIÐING. Tíðin við Operation Josva líður móti endanum í 1973, og tankin búnast um eitt nýtt verk millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn. Á várið í 1973 var lógaruppskot um fría fosturtøku viðgjørt í danska fólkatinginum. Føroyski presturin og fólkatingsmaðurin Johan Nielsen, sum seinni fekk týdning fyri okkum í samband við Kristnastovu, var millum teirra, ið mótmæltu tinginum frá at viðtaka hesi lóg, tí “lívið...

Takk fyri títt verk

“Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.  (Orð Paulusar í Filippibrævinum 1,6). Alt tað, vit eru sum kristin, er grundað á tað verk, ið Gud hevur gjørt gjøgnum son sín, Jesus Kristus. Verk Kristusar á Golgata var eitt fullkomið verk. at vit bera ávøkst í andaliga lívinum – savnast við samkomu hansara –...

Gamla Kristnastova á Oxford Allé

Gamlar gøtur

Sangurin varð yrktur til eina legu fyri fyrrverandi útisetar á Zarepta í 1998 í sambandi við, at arbeiðið í Kristnastovu fylti 25 ár. Teksturin hevur íblástur úr Jeremiasar bók 6,16, har sagt verður “Spyrjið um hinar gomlu gøtur – spyrjið, hvar leiðin liggur til hitt góða”. Sangurin var sungin við fleiri skiftandi solorøddum hjá fólki, ið høvdu búleikast í Danmark og vóru komin heimaftur. Teirra...

Guds svar til stúran

”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar …” 2. Tim 1,7 Bíblian sigur: ”Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.” At vinna á óttanum byrjar við fatanini av, at ótti er ‘ein andi,’ og hann er ikki frá Gudi. Fyri hvørja ferð tú fatar tað, er lættari hjá tær ikki at geva eftir fyri honum. Hvat gevur...

Nýggir útisetar hittust

Í mong ár hevur verið siðvenja í Kristnastovu at hava eina samkomu í Kristnastovu fyri nýggjum útisetum, sum eru komnir til Danmarkar eftir summarfrítíðina. Endamálið hevur verið at kunna og leiðbeina um praktiskar spurningar, men eisini at læra tey ungu at kenna. Tað verður eisini gjørt við vónum um, at nýggju útisetarnir fáa eitt gott andaligt heim, meðan teir búleikast her, og har er Kristnastova...

Felagsmáltíð aftur í Skovlunde

Tað hevur verið hugaligt at síggja, hvussu samkomu- og kirkjulív letur uppaftur  nú eftir summarfrítíðina og er farið at líkjast tí, sum vit kenna. Í Kristnastovu eru eitt nú fríggjakvøldssamkomurnar byrjaðar aftur, og fólk leita út á Birmavej aftur hvørt fríggjakvøld. So nú eru møti aftur bæði fríggjakvøld klokkan 20 og sunnumorgun kl. 11. Í Skovlunde eru ymisku møtini og tiltøk eisini byrjað aftur. Eisini...

Tú, sum altíð verið hevur

“Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna.” 1. Jóhs. 1, 3-4. Tú, sum altíð verið hevur, og sum alt í øllum ert. Vit tær takka, tú sum gevur ríkliga og undur gert. Takk, at tú við lívsins orði leskaði vár tystu sál, trygt tú okkum...

Kanst tú ei fjøldum stýra

Pápi mín, Sigurd Berghamar, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910 til 2003, yrkti og umsetti einstakar andaligar sangir og sálmar. Nakrir av hesum sangum standa í Nýggju Songbók Guds og verða stundum sungnir á møtum okkara. Hann skrivaði eisini onkra yrking viðhvørt, sum kanska tey fáu kenna. Her er ein teirra, sum Gunnvør, systir, vísti okkum á og las upp , nú ið vit vóru heima...