Takkarheilsan

Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum heilsaðu mær á áttati ára degnum 13. februar. Tað gleddi meg nógv at hoyra frá so mongum, sum vit hava lært at kenna gjøgnum farin ár. Takk fyri fløvandi heilsanir, góð ynski og stimbrandi orð. Harrans signing og frið ynski eg tykkum øllum.     Leggjast kann so aftrat, at Susan og eg fóru út í Kristnastovu á føðingardegnum 13....

Borin á hans herðum

Sangurin “Borin á  hans herðum” talar einfalt um trygdina, vit eiga í Kristusi. Hann  stóð í gomlu, donsku sangbókini “Salmer og Sange”. Samkoman í Thorsgade – seinni Brønshøj – plagdi at nýta hesa sangbók á møtum teirra.  Sangurin er helst týddur einaferð í 80-unum. Borin á hans herðum gjøgnum lívsins stríð, gjøgnum ljósar gøtur, borin alla tíð. Har kann trygt eg hvíla, sálin frøir seg. Hann er...

Krossins boðskapur

Ein eldri kona var einaferð á veg út í Kristnastovu, men hevði trupult við at finna fram til húsið á Birmavej 36 á Amager. ”Men so fekk eg eygað á føroyska flaggið”, segði hon og strálaði sum ein sól. Flaggið var bæði vegvísari og ein fløvandi heilsan. Eg haldi, at øll vit, ið búgva uttan fyri Føroyar, kenna til hesar kenslur: at tað rørir við nakrar...

Míns Faðirs lítli boðberi

Ein kaldan vetrardag fyri mongum árum síðani kom ein lítil fuglur flúgvandi og stoytti ímóti vindeyganum, har skotski truboðarin, William G. Sloan sat. Tað fekk Sloan at minnast, hvør klæddi fuglarnar. Hetta hendi á Viðareiði, har Sloan varð staddur, og so varð yrkingin skrivað, sum kann lesast her á síðuni. Yrkingin varð skrivað á enskum, byrjandi við orðunum “My Fathers little messenger”, men umsett seinni...

Takk fyri frelsuna, Jesus

Leivur Guttesen livdi í tíðarskeiðinum 1929 – 1997.  Hann var sera musikalskur, kundi spæla á fleiri ljóðfør, og hann skrivaði fleiri løg til andaligar sangir. Men hann var lítiðlátin maður og fór stillisliga við tí, sum hann arbeiddi við. Tí var tað gott, at tað umsíðir kom út eitt nótahefti í 2021 við heitinum “Leivur Guttesen  – 48 løg til andaligar sangir.”Sangurin “Takk fyri frelsuna,...

Nýggjársbønin røkkur longri

Nýggjárslyfti eru góð, men viðbrekin. Betri er við nýggjársbønum. Tað var hugsan William MacDonalds (1917-2007), sum var kendur, avhildin bíbliulærari úr USA, knýttur til Emmaus Bíbliuskúla. William Mac Donald skrivaði 84 bøkur tilsamans. Tvær av bókunum eru umsettar til føroyskt: ”Hugsa um framtíð tína” og ”Ein leið er heimaftur til Gud.”  Báðar hava ein sera tankavekjandi boðskap til trúgvandi. Og rannsakandi er eisini hendan nýggjársbøn...

Andrew fimti ár

Í dag, 20 desembur 2021, eru fimti ár, síðani Andrew, frumborni sonur okkara, varð føddur á Landssjúkrahúsinum í Havn. Vit búðu tá í Leivsgøtu “úti í Grønlandi” – sum vit søgdu tá. Í dag býr Andrew í Ganløse – umleið ein kilometur hiðani – saman við konu síni, Saru, og børnunum Evu, Miriam, Noah og Lydiu. Elsta dóttirin Hannah er umborð á OM-skipinum Logos Hope....

Seniorarnir hittust aftur

Hugnaligt kendist at vera saman aftur við eldra ættarliðnum av føroyskjum útisetum í Kristnastovu mikudagin 1. desembur. Støðan við koronu gjørdi, at eingin seniorsamkoma var í 2020, men nú eydnaðist at hava eina samkomu aftur. Vit vóru ikki kkki so mong, sum vit plaga – og tað hevur sínar góðu grundir – men tó vóru vit ikki so fá, sum fingu eina sera góða løtu...

Ebenezerkórið vitjar í 2022

Útisetar í Danmark fáa  forvitnisliga sangvitjan úr Føroyum í komandi ári.  Sum skilst, hevur Sangkórið í Ebenezer í Havn ætlanir um at vitja her í døgunum 20 – 29. mai í 2022.  Byrjað verðuri í Jyllandi, har kórið fer at syngja í fleiri býum m.a. í Hirtshals. Eisini leggja tey leiðina um Odense á veg til Keypmannahavn, har tað eisini vera sangløtur skipaðar við kórinum....

Hugarensl frá ferð til Onglands í 1972.

At ferðast úr Føroyum til Onglands í sjeytiárunum var ikki so einfalt, sum tað er í dag. Tað verður ein mintur um gjøgnum eitt bræv, eg kom fram á nú ein dagin. sum eg skrivaði á sumri 1972 og sendi heim til foreldur míni á Dalavegnum. Hetta er tíðliga á sumri hetta árið, at vit skuldu fara til Danmarkar fyri at vera við í evangeliska...