Eldri sangur – nýggj útgáva

Tekstin til sangin “Leið meg til tær grønu fløtur” skrivaði undirritaði í 60unum. Av orðunum sæst, at Sálmur 23 eftir Dávid hevur verið í huganum. Sangurin er nýliga innsungin við lagi, sum tó er gjørt í nýggjari tíð. Tað er ikki ofta, sangurin hevur verið sungin gjøgnum árini. Tó hevur hann verið nakað at hoyra, serliga eftir at Dánjal Eysturstein í Leirvík hevði skrivað nótar...

Spyr Harran fyrst

“Spyr tó fyrst, hvat HARRIN sigur – eru orð Jósafat kongs í eini avgerðarløtu hjá ísraelsmonnum!” (1. Kong. 22,5) Umráðandi er at vit taka Harran við, tá stig og avgerðir skulu takast í livinum. Nógvar avgerðir verða tiknar á ungum árum, sum kunnu hava stóra ávirkan á alt lívið. Hetta er í huganum, tá hesin sangur varð skrivaður til fyrstu leguna hjá Kristnastovu í 1976...

Fríggjakvøldsmøtini byrja í september 1973

ORÐ OG MYNDIR frá fyrstu fríggjakvøldssamkomunum á Oxford Alle á Amager á heysti 1973. Triði partur av hugleiðingum frá sjeytiárunum. Tað var 21. september í 1973, eitt fríggjakvøld, at nakrir ungir útisetar settu kós móti Oxford Alle á Amager, har Susan og eg við lítla Andrew høvdu fingið eina íbúð við endan á einum raðhúsum. Nakrir teirra komu súklandi, aðrir við bussi og onkur koyrandi...

Ein stór familja

  Soleiðis sá tað út frá glugganum í miðhæddini í Kristnastovu sunnudagin 22. mai, tá tað var familjudagur. Fyrst var vanliga møtið hildið, og síðani kundu børn og vaksin hugna sær uttanfyri við hoppiborg, grillmati, spølum og práti.Veðrið var gott hendan dagin, og sum tað sæst hugnaðu børn og vaksin sær óført í stóra urtagarðinum, sum kemur til sín rætt ein slíkan dag. Og so...

Mong vitjandi

Summartíðin plagar at vera merkt av, at vit ikki eru so mong, sum koma til regluligu møtini í Kristnastovu, m.a. tí tey allarflestu ungu lesandi eru heima í summarfrí. Í ár hava vit tó verið væl fleiri enn vanligt er. Millum teirra, ið hava vitjað, hava verið fleiri fyrrverandi útisetar, sum vit lærdu at kenna, tá tey vóru undir útbúgving herniðri. Eisini hava fleiri teirra,...

Sóljan í túninum

Í vár var nýggjur, væl útgjørdur bussur handaður Sjúklingahotellinum Tórshavn. Hesin bussur er, ið verður róptur Sóljan – eins og áður nýttu bussar – er ætlaður at stytta um stundir og vera sjúklingum og avvarðandi ein hjálp, meðan tey eru her í Danmark. Eitt nú verður koyrt til møti og gudstænastur.Sóljan, hevur av og á verið at sæð í túninum í Kristnastovu við fólki, sum...

Tá ið løtur gerast dýrabarar

Tá Susan og eg vóru á stuttari vitjan heima í Føroyum í juni, vóru vit á café í Ebenezer, sum altíð er forvitnisligt. Har møta vit ymiskum havnarfólkum og øðrum, sum koma inn á gólvið og fáa ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið. Soleiðis er eisini hendan fríggjadag fyrrapart, tá vit vitja, og tað er gott, hugnaligt prát við ymisku borðini. Um 11 tíðina er...

Gævi dagur aldri fór at halla

Hetta eru seinastu orðini í vakra summarsangurin hjá Jens Dam Jacobsen, sum føroyingar mangan syngja saman á fundum og samkomum. Sangurin er eisini ein góð lýsing av einum føroyskum, litríkum hásummardegi, tá alt andar av livandi lívi frá fjøru til fjallatind. Tað er eins og at yrkjarin vil siga: . Gævi, at klokkan steðgaði her. Gævi, at vit klundu fastfryst hesa myndina í livandi líki....

Vinarkvøða

Týsdagin 7. juni fylti ein góður vinur og javnaldur, Jógvan Hammer, áttati. Jógvan, sum er ættaður av Eiði, men býr í Havn, gjørdi í mong ár eitt slóbrótandi arbeiði innan upptøkur við kristiligum tilfari. Eitt nú gjørdi hann upptøkur til fleiri plátur, sum komu út í “60unum”. Teirra millum vóru tær tríggjar EP-pláturnar við bólkinum Sangbrøður, ið undirritaði var ein partur av.Tá Jógvan fylti fimti...

Sóljuskrýddu Føroyar

Tað var ein frægd at síggja Føroyaland skrýddar við sóljum, tá vit vóra heima í stuttari vitjan í síðstu viku. Eitt hav av sóljum allastaðni, serliga fram við áir og vøtn. Eisini úti í Sandagerði, har vit ofta fara ein túr, tá vit eru heima, haðani flestu myndirnar niðanfyri eru tiknar. Susan hentaði nakrar teirra í eitt tyssi, sum vit løgdu við grøvina hjá kæru...