Category: YMIST

Lennox við forvitnisligari bók

Týsdagin 2. juni gevur KFS bókina “Hvar er Gud í einum heimi við Koronavirusi?” út!  Tað boðar heimasíðan hjá Leirkerinum frá og sigur, at forlagið eisini fer at selja hesa bók. Hon verður til sølu á nethandlinum hjá Leirkerinum. Víðari verður sagt: „Ongin í vesturheiminum hevur eina greiðari og vísari rødd enn John Lennox. Øll tey, sum hava hoyrt deyðseingilin flúgva um heimin og eru...

Á grasgrønum eingjum

Lovsangur teirra kristnu hoyrist ikki sum áður í húsi Harrans, nú ið eingi almenn møti og gudstænastur fara fram í hesum døgum. Hetta skyldast sjálvandi tey tilmæli, sum eru komin frá mynduleikunum í samband við Korona smittuna.  Tíbetur verða vit tó ikki forða fyri at syngja fyri okkum sjálvi og kunnu gera tað heima við hús, í bilinum, ella tá vit ganga ein túr.  Lovsangurin...

Broyting í ferðaætlan

 Støðan hjá føroyskum trúboðarum tykist at vera tann sama í fleiri londum kring heimin, nú Koronasóttin er farin at gera um seg ymsastaðni og ávirkar virksemið  og lívið sum heild. Eitt nú sigur Óli á Grømma Jacobsen, sum býr í Alabama í USA, at hann og konan Judy kunnu fara til handils, men annars halda tey seg heima eftir tilmæli frá mynduleikunum. Eingi møtir eru...

Føroyaferð hjá Logos Hope er útsett

Koronakrímið, sum av álvara hevur gjørt við seg í hesum døgum, hevur merkt, at nógvar ferðir og tiltøk verða avlýst ella útsett, eisini í kristiligum høpi. Logos Hope skuldi koma til Føroya nú í summar, men avgerð er tikin um at útseta hesa ferð. Hetta boðar OM Føroyar frá á heimasíðu teirra (om.fo), har sagt verður at “tað harmar eisini leiðsluna á skipinum almikið, sum...

Vónir um várið

Komið er út á grækarismessu, og tjøldrini koma til Føroya. Um somu tíð er undantaksstøða í Danmark, í Føroyum og fleiri øðrum londum vegna ta Corona-smittu, sum hevur gjørt vart við seg seinastu tíðina. Í skrivandi stund ávirkar hetta samkomur og tiltøk, sum verða avlýst ella útsett. Eitt nú eru møtini í Kristnastovu avlýst, fyribils í tvær vikur. Hetta fyllir nógv í miðlunum júst nú,...

Atsøkt fyri trúgv teirra

Altjóða felagsskapurin Open Doors, sum er umboðaður í Danmark,  hevur nýliga kunngjørt árliga listan av londum, har forfylging av teim kristnu er mest víðgongd. Hesin felagsskapur, sum arbeiðir fyri at hjálpa og upplýsa um viðurskifti teirra kristnu , ið eru undir trýsti, ger á hvørjum ári ein lista við 50 tjóðum, har mótstøðan er serliga harðrend. Kanning teirra er, sum skilst, rættiliga neyv og gjørd...

Vakur novemburdagur

Vit hava fingið at vita fleiri ferðir, at hesin november mánaði er tann vátasti, teir nakrantíð hava mált her á okkara leiðum. Tað hevur støðugt verið vátt og grátt, og tað hevur verið lítið hugaligt at fara útum.  Men júst áðrenn vit nú skulu fara inn í desembur mánaði kom ein so avbera vakur dagur í dag, leygardagin 30. november. Eitt sindur av frosti var...

Leirkerið nýggja heimasíðu

Kristiliga bókaforlagið Leirkerið, sum gjøgnum árini hevur givið nógvar kristiligar bøkur út á føroyskum, hevur fingið nýggja heimasíðu. Tað er at fegnast um. Tí bøkurnar, komnar á hesum forlagi eru nógvar í tali, og fleiri teirra eru viðkomandi lesnaður.  Men síðani Zacharias Zachariassen fór heim til Harran, er ikki so nógv hent, tóat onkur bók er útkomin. Tí er tað gott, at gongd er komin...

Toymið í Kristnastovu verður styrkt

  Sólvá og Jákup Hansen, sum loystu av í Kristnastovu  nú í summar, koma niðuraftur til Danmark í heyst – hesuferð fyri at vera við í arbeiðnum, fyribils í eitt ár. Hetta framgongur av kunningarskrivi, sum Dora og Niels Pauli Nónstein hava sent gjøgnum Akurin, har tey m.a. skriva: – Tað gleðir okkum nógv at siga frá, at Sólvá og Jákup Hansen, Klaksvík, flyta niður...

Sóljan aftur í túninum

Tað kendist gott at síggja Sóljuna, sum sjúklingabussurin verður kallaður, koma koyrandi inn í túnið hjá Kristnastovu við fólki hendan sunnumorgunin. Vit hava havt gleði av Sóljuni í mong ár, men tíverri hevur eingin reglulig koyring verið nú í fleiri mánaðar. Tað er so broytt nú, og gongd er komin aftur í hesa tænastu. Sóljan koyrir, og tað gleðast vit um – ikki minst vegna...