Category: YMIST

Ljósar løtur uttanfyri

Síðani korona farsóttin fór at gera um seg fyri meira enn einum ári síðani, hevur tað av trygdarávum ikki verið loyvt at koma inn á føroyska Sjúklingahotellið Tórshavn hjá fólki, sum ikki býr ella arbeiðir á staðnum. Hetta er framvegis galdandi, men nú kunnu so andaktir aftur fara fram á grasvøllinum, og tað gleðast vit um. Fleiri ljósar og góðar seinnapartsløtur hava verið uttandurað nú...

Bók um Ezekiel útkomin

Vit hava í greinini um Operation Josva nevnt prædikumannin og høvundan Poul Madsen, ið var ein av stigtakarunum til Operation Josva, eitt evangeliskt verk sum fór fram tíðliga í sjeytiárunum. Og júst í hesum døgum er nýggj bók útkomin í Føroyum við hesum høvunda, og sagt verður í tíðindaskrivi: Forlagið, Leirkerið, hevur júst givið út bók við heitinum: EZEKIEL – profetur og prestur. Høvundur er...

Logos Hope við í hjálpararbeiði

Sum tað hevur verið nevnt í tíðindunum, hevur eitt gosfjall á St. Vincent í Karibiska havinum verið í útbroti og spjatt øsku og royk á økinum og gjørt, at fjøld av fólki hava verið noydd at flýggja frá húsum og heimum. Missiónsskipið Logos Hope hevur verið á hesum leiðum og kunnað hjálpt til við vatni, mati og klæðum. Í tí blandaða skara av fólki frá...

Hví brúka móðurmál?

Móðurmál er hjartans mál, verður stundum sagt – og satt er tað. Tí er umráðandi at umseta bíbliuna til mongu og ymisku tungumálini í heiminum. Hetta verður eisini undirstrikað av tí, sum sagt verður á heimasíðuni hjá New Tribes Mission Føroyar, har omanfyri standandi spurning verður umrøddur. Hetta er í sambandi við tað umsetingarverk, sum hesin felagsskapur ger millum nógvar ættarbólkar í heiminum. Á føroysku...

At leiða í broytingartíðum

IBCM er eitt altjóða netverk hjá brøðrasamkomum kring heimin. Hesin felagsskapur skipaði fyri stórari stevnu fyri andaligar leiðarar í Róm í 2019, har fleiri føroyingar vóru við. Nú ið koronafarsóttin herjar í mongum londum, skipa teir í staðin fyri sokallaðum webinars fyri fólk í leiðslu. Hetta eru online-skeið við tí endamáli at vera til hjálp fyri leiðarar, hvørs tænasta er nógv skerd í hesum døgum....

Kristin undir trýsti

Eins og siður hevur verið seinastu árini, hevur Open Doors aftur kunngjørt listan yvir 50 lond, har atsóknin móti teim kristnu tykist vera størst.  Tíggju tey fremstu londini eru hesi: Norðurkorea Afganistan Somailia Libia Pakistan Eritrea Yemen Iran Nigeria India Sum skilst, hevur korona farssóttin gjørt støðuna enn verri hjá teim kristnu nógvastaðni. Og í Asia – serliga í Kina – brúka stjórnir farssóttina sum...

Nýggjársheilsan í EVR

Gud, tú sum okkum hevur leitt og varðað, lívgað og styrkt ígjøgnum ár so mong, vann okkum frelsu, frið og fyrigeving, Gud, tær vit vilja bera takkarsong. Hetta er fyrsta vers av sálminum, sum er nr. 299 í Nýggju Sangbók og er skrivaður av  enska sálmaskaldinum Timothy Dudley-Smith. Sangurin er at hoyra saman við nýggjársheilsanini, sum er løgd út á heimasíðuni hjá EVR og kann...

Logos Hope farin longur suður

OM-skipið Logos Hope kom á havnina í Kingstown í St. Vincent og Grenadines í gjár, 11. desember.  Hetta er eitt land við 32 oyggjum í karibiska havinum – nakað norðan fyri Wenezuela. Landið hevur egna stjórn,  men er tó  ein sokallað “Commonwealth” tjóð undir ensku kongatrúnini. Logos Hope er komin av Bahamasoyggjunum, sum liggur nakað norðanfyri St. Vincent og Grenadines. Í hesum lítla oyggjalandi búgva...

Stird orð

Veturin er yvir okkum, har dagarnir eru stuttir og náttin er long. Kuldin ger eisini vart við seg.  Tað gerst myrkari og kaldari enn, og tað ávirkar okkum øll – ikki minst tey eldru. Niðanfyri standandi yrking hjá Erlu er ein fangandi lýsing av hesum køldu og dimmu døgum. “Verm meg, sól, eg eri fryst!” stirda jørðin biður. Fæ og fuglar eru tyst. Sólin bara...

Virkin í Skovlunde Frikirke

Gjøgnum Akurin hava Sara og Andrew skrivað tíðindabræv, sum er sent út í hesum døgum. Har skriva tey um arbeiði teirra í Skovlunde Frikirke, har uppgávurnar eru mangar og ymiskar og siga m.a.; – Vit hava nú verið í Skovlunde Frikirke i sjey ár og eru fegin um at vera partur av hesi samkomu, hvør ynski er at vera eitt andaligt heim fyri øll ættarlið, bæði børn, ung,...