Category: YMIST

Eldri sangur – nýggj útgáva

Tekstin til sangin “Leið meg til tær grønu fløtur” skrivaði undirritaði í 60unum. Av orðunum sæst, at Sálmur 23 eftir Dávid hevur verið í huganum. Sangurin er nýliga innsungin við lagi, sum tó er gjørt í nýggjari tíð. Tað er ikki ofta, sangurin hevur verið sungin gjøgnum árini. Tó hevur hann verið nakað at hoyra, serliga eftir at Dánjal Eysturstein í Leirvík hevði skrivað nótar...

Sóljan í túninum

Í vár var nýggjur, væl útgjørdur bussur handaður Sjúklingahotellinum Tórshavn. Hesin bussur er, ið verður róptur Sóljan – eins og áður nýttu bussar – er ætlaður at stytta um stundir og vera sjúklingum og avvarðandi ein hjálp, meðan tey eru her í Danmark. Eitt nú verður koyrt til møti og gudstænastur.Sóljan, hevur av og á verið at sæð í túninum í Kristnastovu við fólki, sum...

Tá ið løtur gerast dýrabarar

Tá Susan og eg vóru á stuttari vitjan heima í Føroyum í juni, vóru vit á café í Ebenezer, sum altíð er forvitnisligt. Har møta vit ymiskum havnarfólkum og øðrum, sum koma inn á gólvið og fáa ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið. Soleiðis er eisini hendan fríggjadag fyrrapart, tá vit vitja, og tað er gott, hugnaligt prát við ymisku borðini. Um 11 tíðina er...

Sóljuskrýddu Føroyar

Tað var ein frægd at síggja Føroyaland skrýddar við sóljum, tá vit vóra heima í stuttari vitjan í síðstu viku. Eitt hav av sóljum allastaðni, serliga fram við áir og vøtn. Eisini úti í Sandagerði, har vit ofta fara ein túr, tá vit eru heima, haðani flestu myndirnar niðanfyri eru tiknar. Susan hentaði nakrar teirra í eitt tyssi, sum vit løgdu við grøvina hjá kæru...

Virkar millum børn umborð á Logos Hope

  Arbeiðið umborð á missiónsskipinum Logos Hope var í longri tíð skert av koronu – eins og nógv annað evangeliskt verk í heiminum. Men nú eru betri umstøður aftur at vitja býir og lond, og skipið er í løtuni  á veg til Seville í Spania.Hannah Berghamar, barnabarn okkara, hevur verið við skipinum síðani januar mánaða í 2021. Seinastu tíðina hevur hon arbeidd millum børnini, sum...

Ebenezerkórið útsett ferðina

Ferðin hjá Ebenezerkórinum, sum vit áður hava boðað frá, er útsett eitt ár. Hetta harmast vit um, tí vit høvdu glett okkum at fáa vitjan av kenda kórinum.  Koronatíðin hevur havt ta avleiðing, at kórið ikki hevur kunnað vant sum tað plagar, og ivaleyst tekur tað tíð ivaleyst at mennast av nýggjum eftir áhaldandi steðg, hóast kórið hevur nógv roynd fólk. Avgjørt varð tí at útseta...

Ebenezerkórið vitjar í 2022

Útisetar í Danmark fáa  forvitnisliga sangvitjan úr Føroyum í komandi ári.  Sum skilst, hevur Sangkórið í Ebenezer í Havn ætlanir um at vitja her í døgunum 20 – 29. mai í 2022.  Byrjað verðuri í Jyllandi, har kórið fer at syngja í fleiri býum m.a. í Hirtshals. Eisini leggja tey leiðina um Odense á veg til Keypmannahavn, har tað eisini vera sangløtur skipaðar við kórinum....

Kristin í Afghanistan undir trýsti

Okkara brøður og systrar í Afghamistan eru undir hørðum trýsti í hesum døgum. Støðan er spent í hesum ófriðarliga landi, og nýggju valdsharrarnir ynskja ikki demokrati í landinum, men harafturímóti at innføra sharialógir, sum gera tað torført at vera játtandi kristin í Aghanistan. Tey trúgvandi í landinum eru ikki mong í tali – tað er torført at seta tøl á –  men hesi liva í...

Forvitnislig vitjan á Zarepta

Ein forvitnislig vitjan fer fram á leguhúsinum á Zarepta seinni í hesum mánaða. Jákup N. Olsen, sum er leiðari fyri legunum á Zarepta skrivar m.a. soleiðis í kunningarskrivi: Sum tit møguliga hava frætt, so hevur Ríkisumboðsmaðurin vegna Kongshúsið vent sær til Zarepta við fráboðan um, at Hennara hátign Drotning Margretha er áhugað í at vitja í Zarepta, nú hon í summar er í Føroyum. Í tøttum samskifti...

Lindin nýggja heimasíðu

Herfyri fekk Lindin nýggja heimasíðu, og tað má sigast vera eitt framstig hjá hesi evangelisku sendistøð, sum nógvir útisetar munnu hava stóra gleði av. Við nýggju og meiri livandi heimasíðuni er tað vorðið munandi lættari at  finna sendingar og fáa eitt yvirlit yvir tað, sum sent verður. Lindin byrjaði at senda 21. jan. 2000. Tað sum fyrst varð sagt í mikrofonina út í luftina var...