Category: ORÐIÐ

Kærleikin má opinberast

Poul Madsen var kendur, danskur høvdundur og prædikumaður, sum mong okkara minnast fyri hansara framúr áhugaverdu og gevandi bíbliutímar og blaðgreinir. Poul Madsen, sum livdi í tíðarskeiðinum 1916 – 2009, var fleiri ferðir í Føroyum. Greinin “Kærligheden” stóð í  blaðnum “Mod Maalet” í 2005. Hon er tankavekjandi og øðrvísi enn so mangt annað, sum sagt og skrivað er um hetta evnið. Poul Madsen skrivar soleiðis...

Tá ið kongurin kom

Eg minnist væl frá mínum barnaárum, at Fríðrikkur kongur níggjundi kom á vitjan í Føroyum. Minnist stásiliga kongaskipið, Dannebrog, sum legði til bryggju í Havn, minnist horntónleikin og hátíðardámin, sum fylgdi við vitjanini. Helt tað vera undarligt at rópa hurra níggju ferðir, men skilti boðskapin – at hetta bara var gjørt við kongavitjan. Eg síggi framvegis fyri mær henda hábærsliga mannin í myrkum uniformi, sum...

Kall Harrans á ungan mann

Áðrenn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði eg teg….Tú skalt fara til øll, ið eg sendi teg til og tala alt, ið áleggi tær at tala.  Jer. 1,5 og 7. Kann Harrin kalla á ein tannáring og geva honum eitt týðandi álitisstarv? Tað tykist søgan um Jeremias profet at siga okkum. Tí menn meina, at...

Trúgvin og burturvilstu synirnir

  “Maður hevði tveir synir. Hin yngri … fór avstað til land langt burtur; … Men hin eldri sonur hansara …” (brot úr Luk. 15) David Peckham var eitt kent navn í føroyskum samkomuhøpi. Mong eldri minnast hann frá bíbliuskeiðum, møtum og barnamøtum afturi í trýssunum. Hann átti eisini stóran lut í, at Páll Poulsen og Óli á Grømma fóru út sum trúboðarar við New...

Tað er stilt í húsi Harrans

Ein regla úr einum gomlum sálmi hevur malt í huga mínum aftur og aftur, nú ið eingi almenn møti hava verið í samkomum og kirkjum í fleiri vikur. Reglan er úr sálminum, sum byrjar við orðunum “Hin ljósi dagur svann” og sigur víðari “stilt var í Harrans húsi.” Og ja – tað er stilt í húsi Harrans í hesum døgum. Og tað er ikki tí...

Hin líðandi Messias

Tá ið eg var smádrongur, var eg mangan drigin at hesi myndini,  sum hekk í stovuni hjá ommu míni í Havn. Onkunsvegna so greip hon mítt barnahjarta, hvørja ferð eg vitjaði Ommu. Myndin er av tí tornakrýnda Kristusi. Niðast til vinstru á myndini stendur JW, sum merkir Jógvan Waagstein, ið var ein kendur føroyskur listamaður og lagskrivari. Men so hevur Waagstein eisini skrivað “efter Reni”....

Sum dagar tínir eru

Onkur minti meg nú um dagarnar um nøkur orð, eg hevði skrivað í andaktsbókini “Ein dag í senn”. Tað snýr seg um ta fyrstu andaktina við yvirskriftini “Sum dagar tínir eru”,  ið m.a. umtalar ta óvissu, sum altíð er tengt at okkara lívi. Tí viðhvørt hendir okkurt óvæntað, sum ikki stóð í kalendaranum og kom óvart á okkum. Í nevndu andakt eru fýra ímyndað dømi...

Samfelag uttan samveru – ein heilsan

Tað er mangan ikki fyrrenn nakað verður tikið frá okkum, at vit raka við, hvussu nógv tað hevur havt at týða. Soleiðis man tað kennast hjá fleiri okkara í hesum døgum, nú møti verða avlýst, og vit ikki kunnu leita til okkara andaligu heim, soleiðis sum vit plaga. Vit kenna tað, sum at nakað dýrabart verður tikið frá okkum eina tíð. Men samfelagið, vit hava...

Jesus eina

“Tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus eina”. – Matt. 17,8. Flest øll trúgvandi munnu hava havt onkrar hæddarløtur í andaliga lívinum. Løtur, sum gjørdust serstakar, tí Harrin talaði til hjørtu okkara. Vit vóru kanska saman við øðrum, ið gingu somu leið sum vit. Vit sungu sangir um Harran, hoyrdu Orðið talað og vitnisburðir, sum lívgaðu hjørtu okkara. Vit upplivdu tað sum...

Tosti eftir Gudi

 Gud, Tú ert Gud mín, eg søki Teg árla, sál mín tystir eftir Tær, holdi mínum leingist eftir Tær í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn! Sálm. 63,2.  Eg var í 2011 niðri í Ísrael saman við sangkórinum í Ebenezer. Tá gistu vit eina nátt í stórum tjaldi í Judaoyðimørk – nakað sunnan fyri Betlehem. Fyri okkum føroyingar, sum eru vanir við “grønar líðir...