Logos Hope farin longur suður
OM-skipið Logos Hope kom á havnina í Kingstown í St. Vincent og Grenadines í gjár, 11. desember. Hetta er eitt land við 32 oyggjum í karibiska havinum – nakað norðan fyri Wenezuela. Landið hevur egna stjórn, men er tó ein sokallað “Commonwealth” tjóð undir ensku kongatrúnini. Logos Hope er komin av Bahamasoyggjunum, sum liggur nakað norðanfyri St. Vincent og Grenadines. Í hesum lítla oyggjalandi búgva umleið 110.000 fólk, og almenna málið er enskt, franskt og spanskt.
Júst hvør uppgávan verður í St. Vincent er mær eitt sindur ógreið, sigur Dánjal av Rana, leiðari av OM-Føroyum. Korona ger sjálvandi eisini um seg har, men tað tykist, sum at toymi frá skipinum sleppa í land at tæna á ymsan hátt. Tað ber kortini ikki til hjá fólki at koma umborð á skipið, sigur Dánjal.
Eftir ætlan skal skipið liggja har fram til fyrsta februar. Seinastu tvær vikurnar í januar verður manningarskifti, so tá koma nýggj fólk umborð, meðan onnur fara í land.
Dánjal av Rana greiðir frá, at júst nú eru tveir føroyingar umborð. Sámal Rasmussen úr Klaksvík og Dánjal Petur Abrahamsen úr Fuglafirði. Báðir eru í maskinrúminum. Dánjal Petur hevur verið við fyrr og er nú umborð í tveir mánaðir, hann fer í land í januar. Sámal fór umborð í septembur og verður væntandi umborð í eitt ár, møguliga longur.