Læruríkir dagar á IBCM-stevnu

IBCM merkir International Brethren Conferences on Mission. Hesin felagsskapur skipar fyri einari altjóða stevnu, sum fer fram fjórða hvørt ár.  Hesaferð var hon so í Róm frá 24 til 29. juni. Har vóru 880 luttakandi, umboðandi 122 lond og við vóru omanfyri 30 føroyingar. 

Regin Guttesen við klaverið

Tað kendist lívgandi at vera partur av stóru samkomuni, sum savnaðist í fundarhøllini, har stevnan varð hildin nakað uttan fyri Róm. Lovsangurin brúsaði við megi frá teim mongu, sum vóru komin ymsastaðni frá. Vit sungu bæði nýggjari og eldri sangir. ”Bless the Lord oh my soul” rungaði í høllini, men tað gjørdi eisini gamli stríðssangurin ”Stand up, stand up for Jesus”. Lovsangsbólkurin leiddi sangin á fyrimyndarligan hátt, og hugaligt var at síggja Regin Guttesen, sum virkar í Italia, sita við klaverið og hoyra málið í honum viðhvørt – antin tað var at lesa eitt skriftbrot ella bera bøn fram.
Og so hoyrdu vit brøður úr ymsum londum greiða frá teirra verki, luta royndir, signingar og bønarevni við okkum. Eisini hoyrdu vit einstakar, sum arbeiða í londum, har kostnaðurin at bera evangeliið kann vera høgur. Og tað kundi ikki annað enn nema við hjørtu okkara.

John Lennox

John Lennox var høvuðstalari og hevði nógv á hjarta sínum, sum eg trúgvi, vit høvdu brúk fyri at hoyra. Tað er torført at taka nakað burtur úr tí nógva, sum hann kom inná. Men hann áminti okkum m.a. um at vera vinnandi í mátanum, vit møta menniskjum uppá. Hann stimbraði okkum at byggja brýr til fólk og seta spurningar, sum fáa fólk at hugsa. Eisini minti hann okkum á ikki at vera stýrd av ótta, sum vit lættliga kunnu vera.
Hann tosaði um týdningin at knýta okkum til “mentors”, vegleiðarar, sum kunnu leiðbeina okkum, sum hann sjálvur eisini hevði notið gott av. “Vit eru merkt av nógvari tøgn. Vit mugu vera meira opin, tí vit stríðast øll”, segði Lennox. Hann kom eisini inn á spurningin, hvussuleiðis vit kunnu møta fólki, sum eru rakt av pínu og  líðing av ymiskum ávum. 

John Lennox sat við eitt pallborð – meðan hann lutaði orð og tankar sínar.

Fleiri okkara fingu høvi til at heilsa upp á John Lennox. Hann hevur jú vitjað fleiri ferðir í Danmark og var stutt síðani í Føroyum. Vit munnu gleðast um at vit í dag eiga menn sum Lennox, ið hava andaligan mynduleika og dirvi at fara inn í tey krevjandi orðaskiftini – eisini at hoyra, hvussu slík orðaskifti hava verið til hjálp og signing fyri mong. 

Verkstovur – workshops
Fleiri áhugaverd evni vóru viðgjørd í ymsu verkstovunum. Hetta gav mong høvi til spurningar og viðmerkingar. Og eisini at luta royndir hjá fólki, sum høvdu tekna seg til ymsu evnini.

Ian Burness frá Bretlandi tosaði á einum á verkstovunum um “Self-care in Ministry”.

Verkstovur tykjast væl egnaðar til stevnur sum hesar, tí tær geva fólki ein møguleika at koma orðanna í mun til stóru møtini.
Evnini, ið viðvgjørd vórðu, spentu víða og vóru ætlað at vera ein hjálp, bæði í samkomu og missión, men eisini fyri fólk persónliga. Komið var m.a. inn á leiðslu, hirðaarbeiði, og hvussu vit kunna røkka út til fólk við øðrvísi trúarbakgrund. Tosað varð eisini um, hvussuleiðis andaligir leiðarar eiga at ansa eftir sær sjálvum, tí teir mangan arbeiða undir støðugum trýsti, og teir mugu vara seg fyri ikki at brenna út.
Millum teirra, sum høvdu ábyrgd av einari verkstovu, var okkara maður, Niels Pauli Nónstein, sum hevði framløgu um, hvussuleiðis ein á viðkomandi hátt kann prædika út frá frásagnum í Gamla Testamenti.
Her kann leggjast aftrat, at eisini vóru borð og básar settir ymsastaðni upp, har fólk kundu fáa tilfar frá ymsum fyritøkum innan samkomurnar. Eitt føroyskt borð var at finna millum teirra, har bóklingar, myndir o.a. søgdu frá Føroyum og tí arbeiði, sum gongur út frá føroysku samkomunum.

Hvat fingu vit burturúr?

Tað er ivaleyst ymist, hvat tann einstaki luttakarin fekk burturúr. Tørvirnir eru ymiskir, bæði hjá ymsu samkomunum og hjá teimum einstøku, sum virka í eini samkomu. Men tað er eyðsæð, at vit gjøgnum tílíka stevnu verða vit mint á at síggja ta stóru myndina í samband við verk Harrans, sum fer fram kring allan heim. Vit eru partur av eini størri heild og tað verður staðfest gjøgnum eitt tílíkt tiltak.
Eg haldi, at stevnan staðfestir eisini týdningin av netverki. Vit liva í einari tíð, har tað eru nógvir torgreiddir spurningar at taka støðu til. Avbjóðingarnar eru nógvar i dagsins samfelag. Tí er gott við tílíkari stevnu, har spurningar verða vendir og leiðbeiningar kunnu fáast frá andaliga royndum fólki.
Tað ger eisini inntrykk at merkja, at brøðrasamkoman tykist standa stinn í mongum londum úti í heimi – meðan tær í norðureuropa helst eru viknaðar seinnu árini. Vit mugu biðja eins og vit mangan syngja “Kom og vitja okkum, frelsari, einaferð enn”.
Eitt av endamálinum við stevnuni var, sum fyreikararnir sjálvir siga: “To seek the presence and direction of the Lord together”.  Og ja – eg haldi, at vit merktu nærveru Harrans og hoyrdu rødd hansara hesar dagar.                                                         Ø.

Fólk fingu høvi til at tosa um evni, ið var viðgjørt, í smærri bólkum

Merkið sást millum mong onnur fløgg í stóru fundarhøllini

 

 

 

 

 

Føroyingar uttan fyri hotellið, har stevnan fór fram

Her kundu fólk fáa nakað at vita um Føroyar, føroyskar samkomur og trúboðanarverk.

 

You may also like...