Sangur mín er um ein kong
“Hjarta mítt er ov fult av lívsælum orðum, eg sigi: Songur mín er um ein kong, tunga mín er sum pennur snarskrivarans.” Tú ert hin fagrasti av menniskjabørnunum, lívsæla er úthelt á varrar tínar; tí hevur Gud signað teg í allar ævir”.
Hetta er brot úr Sálmi 45, sum er messianskur sálmur, peikandi á Jesus, hátign og dýrd hansara. Hesin sálmur hevur givið íblástur til niðan fyri standandi sang:
Sangur mín er um ein kong,
mín tunga mæla má
lívsæl orð úr hjartans dýpd,
hans náði siga frá.
Hin fagrasti av menniskjum,
er boðaður í Orðinum.
Hálovaður frá ævunum,
er Harrin, kongur vár.
Sangur mín er um ein kong,
og hann er kongur mín
Sangur mín er um ein kong,
mín frelsari hann er.
Hann er øll mín rættvísi,
sum dýrdarbúna ber.
Hin fagrasti av menniskjum,
hann gav sitt lív á krossinum
nú situr hátt í himlinum
og talar mína søk.
Standa skal títt hásæti,
títt fólk tær syngur prís.
Stevnandi móti himlinum,
títt nýggja paradís.
Frá endurloysta skaranum,
skal ljóða hátt í himlinum:
Øll æra veri Lambinum,
sum lov og heiður fær.
Orð/lag: ØB (oktober 2018)