Ein dýrdardagur

Summarið var farið, men enn var gott veður í Føroyum, hóast komið var út í sepember mánaða. Tað eru hesar myndir eitt prógv um – tiknar í góðveðrinum hin 21. september. Eftir at hava verið á einari Ebenezer-legu á Zarepta í døgunum 19. til 21. september, skuldi leiðin liggja til Havnar. Men komin framvið Vatnsoyrum, snaraði eg hinvegin í staðin, og so lá leiðin til Gásadals í staðin, haðani myndirnar eru tiknar – ein undantikin, sum er av Leynum.  Eitt vakurt land við einari stórbærari náttúru.
Øssur

 

        

 

 

You may also like...