Forvitnislig reunionsamkoma

 
Bíbliuskeiðið í juni 1963                                               So hittust tey aftur – hin 20. mai 2017

Leygardagin 20. mei var reunion-samkoma á Hotel Hafnia, har luttakarar frá Bíbluskeiðnum frá 1963 hittust aftur, nú 55 ár vóru liðin, síðani skeiðið varð hildið. Paranassið á Hafnia var karmur um skeiðið tá, og í somu hølum varð renionsamkoman hildin.
Bíbliuskeiðið í 1963 var tað allarfyrsta av sínum slagi, og tað var Zacharias Zachariassen sum var stigtakari til hetta tiltak. Zacharias bjóðaði eisini fólki hesaferð vælkomið, og síðani varð hugleitt um skeiðið, ið varð hildið á hásumri í 1963. Tað vóru góðir, slóðbrótandi dagar, sum vit mintust við takksemi. Undir reunion samkomuni var sjálvandi nógv nostalgi og minni havd á lofti frá nøkrum gyltum døgum, og sungnir vórðu sangir, sum vóru frammi um tað mundið. Trible Trioin kom eisini framvið hendan dagin og setti sín dám á løtuna, og tað var eitt serstakt “surprise”-innslag.
Vituligt er, at luttakararnir nú eru munandi eldri enn teir vóru í 1963. Tá lá lívið frammanfyri, nú er tað fyri tað mesta aftanfyri. Fleiri av luttakarunum eru ikki millum okkara longur. Tað lá heldur ikki fyri hjá øllum at koma av teimum, sum eftir eru. Men kortini vóru vit væl mannað, og gott var at merkja andaliga neistan hjá aldrandi pensionistunum, sum framvegis er tilsteðar av teimum, ið vóru við í 1963.


Hugni og prát                                                                                      Felagsmynd (við makum)           Trible Trioin

You may also like...