Jólatónar í Kristnastovu

img_4818Seinasta fríggjakvøldssamkoma á árinum – sum hesaferð var 9. desember – plagar at vera merkt av hugna og jólasangi, og soleiðis var eisini hesaferð. Men eisini á morgunmøtinum 11. desember var løtan merkt av jólahátíðini, sum var fyri framman, har eisini nakað var á skránni fyri børnunum – umframt orðið, ið talað varð.
Og so lá leiðin heim til Føroya hjá teim flestu av teim ungu. Tó vera nøkur verandi herniðri, umframt tey, sum búgva fast í Danmark. Og tí er tað ivaleyst gott, at Kristnastova hevur eina samkomu aftur 2. jóladag – eisini í ár.

img_4824 img_4829 img_4833 img_4836 img_4842 img_4844

 

You may also like...