Kvirra um fjøll og fløtur

Orð/lag: ØB        nóti  Nótar her     * Umtala stendur niðast

Kvirra um fjøll og fløtur –
og náttin døpur, myrk og svørt.
Skyggir av fjallatindi
stjørna, so blonk og bjørt.
Rekur burt nátt og niða,
villdýr um teigar tiga,
stjørnan – so spakuliga –
seg otar fram í náttini.

Føddur er konga Kongur
til eina falna verð.
Hoyr, hvussu einglasongur
boðini sælu ber,
ja, hoyr teir syngja um frið á foldum,
tí Frelsarin nú føddur er.

Rekur í nátt og niðu
so mong ein friðleys sál í dag.
Ljósið tó bjart úr erva
lýsir við sama lag,
boðar á lívsins vegi
sálunum frið og gleði.
Leita á hesum degi
til hann, sum kom at frelsa teg.

Tað var nakað fyri jól í 1970, at hesin sangurin varð til. Maria Andreasen ( sum nú eitur Hentze), framførdi hann saman við einum lítlum kóri á eini hugnaløtu í Bíbliuflokkinum í Ebenezer í Havn. Sí umtalu av fyrstu framførðsluni her.  Sangurin finst nú á fleiri fløgum og er eisini týddur til danskt, norskt og enskt.

 

 

 

 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *