Á møtiferð í Esbjerg og Vejle
Leygardagin og sunnudagin 8-9. oktober var enn einaferð høvi at vera saman við føroyingum, sum savnast til føroysk møti í Esbjerg og Vejle. Hesaferð var Símun Fuglø við, og hann luttók eisini saman við mær og øðrum, sum plaga at vera við til hesi møti.
Umframt møtið leygarkvøldið var eisini morgunmøti við breyðbróting í einum føroyskum heimi í Esbjerg sunnumorgunin, áðrenn kósin lá til Vejle seinnapartin. Møtið var sunnudag seinnapart kl. 17 í Vejle, og síðani lá leiðin heimaftur.
Hetta vóru lívgandi løtur saman við landsmonnum í suðurendanum av Jyllandi, har vit nutu mangt gott í góðum samfelag. Og so er tað vón okkara, at vitjanin eisini var til signing.
øb