Fimti ár síðani keypið av Oxford Allé

Susan við te- og kaffikannuni í lítla køkinum

Oxford 3A - við navnaskelti og føroyskum flaggi

Kristnastova á Oxford 3A – við navnaskelti og lítlum føroyskum flaggi

Á heysti í fjør markeraðu vit, at fimti ár vóru farin síðani byrjanina av verkinum í Kristnastovu. Men hetta árið – 2024 – er í veruleika eisini eitt runt ár, hóast vit ikki gera nakað serligt burtur úr tí. Tí júst í hesum døgum eru fimti ár liðin, síðani Kristnastova á Oxford Alle 3 A varð keypt. Tá høvdu vit húsast í niðastu hædd í húsinum í eitt ár, men tað var eitt leigumál. 
Á sumri 1974 varð endin av hesum íbúðarbygningi við trimum íbúðum keyptur við tí fyri eyga, at geva verkinum, sum byrjað var, umstøður at halda á. Hetta var eitt trúarstig, sum samkomur og einstaklingar í Føroyum stóðu saman um. Og sigast má, at líka til dagin í dag hava samkomur og vinir av verkinum staðið væl rundan um hús og verk.

Munandi betri umstøður
Eftir at húsið á Oxford Allé 3A var keypt, sum nú varð kallað Kristnastova, gjørdust umstøður okkara munandi betri, serliga eftir at fundarhølið í niðastu hæddini var innrættað við tveimum samanløgdum stovum, har møtini nú kundu haldast. Harumframt var ein bókastova og skrivstova innrættað í kjallaranum. Vit fingu klappstólar frá Ikea, sum kostaðu 25 krónur hvør og riggaðu væl í okkara høpi. Nú vóru munandi betri umstøður at taka ímóti fólki og hava tiltøk har.

Sjey góð ár.
Á Oxford Allé búleikaðust vit í 7 ár tilsamans, og haðani hava vit mong góð minni. Tað var á sumri 1979, at vit fluttu yvir á Birmavej 36, tí tað var vorðið ov trongligt á Oxford Allé.  Her eru nakrar myndir frá tíðini á Oxford Allé – eftir at húsini vóru keypt í 1974.

  

  

You may also like...