Lívsins størstu lukku
Av einum fyrispurningi, eg fekk herfyri, var eg mintur á ein sang, sum eg umsetti síðst í 60unum. Hann hevur heitið “Lívsins størstu lukku”. Afturvendandi orðini eru annars “Tríati seklar av silvur”, sipandi til svikagerð Judasar móti meistara sínum. Sangurin, sum helst mundi vera týddur úr norskum, varð innsungin í 1969 á EP-plátu av Gerd Hermansen og Miriam Carlsen. Sangurin var nr. 305 í gomlu Song bók Guds Fólks, men er ikki við í tí nýggju sangbókini..
Her sæst teksturin annars saman við mynd av húsanum á EP-plátuni, sum kom út í 1969.
Lívsins størstu lukku, tú aldri fáa kanst,
um tú vrakar Frelsaran,
alt tú leitar eftir, og alt tú finna manst,
einki metast kann við hann.
Tríati seklar av silvur fyri Frelsaran,
tríati seklar av silvur góvu teir fyri hann.
Tó mítt alt hann er vorðin,
hann, sum gav alt hin dag.
Undurfult hann hevur meg elskað,
og ofrað seg í mín stað.
Jesus, eina Jesus, mítt hjarta hevur fylt,
sál mín syngur frelst og glað.
Ert av synd tú bundin, á, um tú bara vilt,
hann teg loysa vil í dag.
* Ira Stanphill, USA
Týtt:ØB