Trygdin í Kristusi
“Seyður mín hoyrir rødd mína, Eg kenni Hann og hann fylgir Mær. Og Eg gevi honum ævigt lív. Hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni”. Johs. 10. 27-28.
Ein eldri maður í Føroyum, sum eg kendi væl, tosaði einaferð við ein yngri, trúgvandi mann um hetta, at kenna seg tryggan í hondum Guds og ikki vera í vanda fyri at missa frelsu sína. Men tað skilti hin yngri maðurin ikki – hann kundi ikki rættiliga góðtaka hesa hugsan, hóast hann var ein játtandi kristin.
Hesin eldri maðurin var ein gamal skipari við stórum hondum og hann sigur so við yngra mannin: Rætt mær hondina – sum hin so gjørdi. Nú helt hesin gamli rimmarfast í hondina, og hvussu hin yngri so royndi at rykkja og skrykkja, eydnaðist tað tó ikki., tí hin gamli var sterkari og helt fast.
Hetta dugdi gamli skiparin, sum hevði kent Harran í mong ár, at nýta sum dømi: Tá ið nú Jesus sjálvur sigur, at eingin kann ríva nakran úr hond hansara – man tað ikki vera so at vit kunnu seta okkara álit á tað. Tað mátti hin yngri ásanna, at so var.
Trýrt tú á Jesus, so er trygdin í lagi um ævigar tíðir. Tí sambært Jesusar egnu orð, kann eingin ríva nakran úr hondum Hansara.
Ø.