Eg ei nelgdur var í lógvar
Í Nýggju Sangbók Guds Fólk , sum kom út fyri nøkrum árum síðani, eru framvegis nógvir sálmar og sangir, sum vóru sungnir áður, men hoyrast ikki ofta í dag. Nógvir teirra eru dýrgripir og verdir at taka fram, tá høvi gevst.
Ein teirra er stutti sangurin “Eg ei negldur var í lógvar”. Ein talandi yrking um, hvussu Jesus tók alla revsing fyri synd mína á seg, og hvussu eg slapp undan allari tí ræðuligu líðing, sálarkvøl og eyðmýking, ið Hann fór ígjøgnum mína vegna.
Victor Danielsen týddi sangin til føroyskt, men yrkjarin er ókendur. Jens Guttesen gjørdi lag til sangin, og tað lagið varð helst brúkt, tá sangurin varð sungin í samkomuni í Ebenezer, ið var mítt andaliga heim á yngri árum. Orðini eiga vit at dvølja yvir í hesum stutta, men talandi sangi.
Eg ei negldur varð í lógvar,
eg ei tornakrýndur varð,
eg ei spjótið fekk í síðu,
Jesus alt í mín stað bar.
Hann á krossin upp varð negldur,
eg fekk frið í mína sál,
hann hitt beiska steypið tømdi,
eg, eg fekk ta søtu skál.
Hann teir hvøssu tornir stungu,
lívið, gleðina fekk eg,
hann fekk háð og spýtt og stavsløg,
einki slagið rámti meg.
Hann fekk spjótið gjøgnum síðu,
eg fekk Himmalin í ogn,
hann fekk straff, og eg fekk náði,
hann fekk storm, og eg fekk logn.