Eitt nýtt ár vit byrja nú
Undir føroyaferð okkara herfyri kendist ikki sørt hátíðarligt enn einaferð at vera við til eina nýggjársveitslu í Ebenezer, har ymist var á skránni. M.a. sang Ebenezerkórið og manskórið var eisini at hoyra – og bæði kórini tóktust væl fyri hetta kvøldið. Tosað varð um evnið “útisetar og heimaskoman” – eitt sera viðkomandi evnið hjá okkum. Hjartanemandi var eisini enn einaferð at kunna vera við í sanginum hjá Linu Sandell, sum vit alla tíð mína hava sungið við inngangin til eitt nýtt ár:
Í tínum dýra navni, Jesus, vit eitt nýtt ár byrja nú.
Men vár tráan og vár longsil, øll vár vón ert eina tú.
Kom og ber til vári hjørtu meiri náði, ljós og kraft,
meiri lív og meiri gleði, enn vit áður hava havt.
– og seinasta vers er ikki minni talandi:
Lær tú okkum øll at nýta tíðina at tæna tær
og at telja várar dagar, sum at hvør hin síðsti var.
Gev, at eingin burt skal spilla náðina, sum árið ber,
hetta ár, sum kanska verður síðsta ár hjá onkrum her!
Ja – ein bøn og eitt ynski, sum vit øll áttu at havt.