Góð tíðindi fyri útisetar
Hetta var yvirskriftin hjá Regin Guttesen til leguna í Norðursjællandi, sum varð hildin 19 – 22. oktober 2023. Vit vóru fleiri luttakarar enn nakrantíð – og spurningurin var, hvussu tað kundi rigga, at vit vóru so mong. Men alt tóktist tíbetur at ganga upp í eina eind, og tað merktist á góða prátinum og atmosferuni sum heild, at fólk kendu seg væl.
Í bíbliutímunum hjá Regini var farið gjøgnum fyrra Pætursbræv. Tað var livandi og gevandi útlegging av tekstinum. Regin hevur búð í Italia í mong ár og ikki sørt, at tað merktist – men gjørdi tað ikki minni áhugavert at lurta. Vit vóru mint á, at vit trúgvandi eru fremmand og útlendingar á jørðini (og altso ikki bert útisetar í Danmark), og tosað varð um, hvussu vit kunnu liva dagliga í ljósinum av tí. Regin sang eisini fyri okkum, og gott var at hoyra “Give me Jesus” og “Spyr Harran fyrst”, sum hann sang saman við øðrum. Lovsangurin ljóðaði við megi í stóru høllini, og frímóðið til vitnisburðir var týðuligt, tá høvi varð givið til tess – umframt at fólk luttóku á annan hátt á leguni.
Hóast veðrið ikki rættiliga var til vildar til spæl uttandurað, so vóru hetta góðir dagar, har børn og vaksin nutu at vera saman – og fóru lívgað heimaftur.