Hin himmalska hond

Pápi mín, Sigurd Berghamar, hevði verið á einum møti í Ebenezer og hoyrt Knút Háberg tala um hina himmalsku hondina. Talan gav honum íblástur at skriva niðan fyri standandi yrking, har aftur vendandi orðini eru “Hin himmalska hond”. Sjálvur haldi eg tað vera áhugavert at síggja, hvussu hann í fimm ørindum megnar á talandi hátt at samanfata skapanina, fallið, fylgjur og vón, frelsisverkið og heimkomu okkara – og í øllum “har var hin himmalska hond.”
Eftir at henda yrking var skrivað, skeyt pápi mín upp, at eg gjørdi  eitt lag.  Umsíðir kom so eitt lag fram, og so fór Dupultkvartettin í Ebenezer fór undir at venja hendan sangin, sum nú er at finna í Nýggju Sangbók Guds Fólks nr. 26.

  NÓTAR HER

 

Upphavsins heim svarta syndnáttin fjaldi,
dapurt og oyðið um høv og um lond.
Brádliga ljósið um alheimin spældi
– har var hin himmalska hond.

Hjún vórðu sett í hin blómandi garðin.
Teskandi hoyrdist hin røddin so vánd.
Fallið var komið, og dýrdin var farin
– sveik ei hin himmalska hond.

Arvaði ættin so syndina svørtu,
bannað av Gudi var likam og ond.
Bøtti tó blóð fyri iðrandi hjørtu
– bjargandi himmalska hond.

Frelsarin kom, hann, sum synd kundi gjalda,
loysa við blóði tey fjøtrandi bond,
prógvaði lyfti frá fyrndum at halda
– trúfasta himmalska hond.

Aftur skal koma hin Frelsarin mæti,
børn síni flyta til Himmalsins strond,
vælkomin saman í dýrdligum sæti
býður hin himmalska hond.

   –                                                                                 Orð: Sigurd Berghamar  –   Lag: ØB

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *