Páskastevna við gevandi innihaldi
Eftir tvey ár við koronu farssóttini, sum skerdi samkomulívið í longri tíð, er tað gleðiligt at eygleiða, hvussu møti og samkomulív aftur kann fara fram eins og áður bæði her í Danmark og í Føroyum. Eisini árligu stevnurnar eru komnar í lag aftur, og tað kendist gott at vera við til eina páskastevnu í Eysturoynni undir føroyaferð okkara í apríl. Stevnan har var hesuferð hildin í Siloa og Kambsdali. Møtini byrjaðu skýrisdag 14. apríl og endaðu 1. páskadag 17. apríl. Hetta vóru dagar við góðum samfelag og gevandi boðskapi, sum kom fram í sangi, talum og framløgum. Hugtakandi var at hoyra Siloakórið, Mariu á Lakjuni og onnur framføra eitt breitt úrval av sangum, umframt at lovsangur og felagssangur eisini var væl leiddur og ljómaði við megi. Boðskapurin, ið framborin var undir heitinum “Hon er tað verd”, kendist eisini viðkomandi og aktuellur.
Tað var gott og lívgandi at møta mongum vinum – brøðrum og systrum ymsastaðni frá – og kunna ásanna, at korona ikki hevur tikið gleðina hjá fólki í Føroyum at koma saman um orð Harrans. ø.