Takkarheilsan

Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum heilsaðu mær á áttati ára degnum 13. februar. Tað gleddi meg nógv at hoyra frá so mongum, sum vit hava lært at kenna gjøgnum farin ár. Takk fyri fløvandi heilsanir, góð ynski og stimbrandi orð. Harrans signing og frið ynski eg tykkum øllum.    


Leggjast kann so aftrat, at Susan og eg fóru út í Kristnastovu á føðingardegnum 13. februar, soleiðis sum vit plaga hvønn sunnumorgun. Høvdu bæði havt darvandi krím frammanundan og ætlaðu ikki at gera nakað serligt burtur úr degnum. Tó hildu vit, at tey sum komu á møti hendan sunnumorgunin skuldu fáa ein góðan drekkamunn. Væl av fólki kom hendan morgunin. Áðrenn møtið endaði var ein heilsa lisin upp frá samkomuni Nebo á Toftum, sum gleddi meg stórliga. Mamma mín var jú av Toftum og har ferðaðist eg ofta á yngri árum. Góða sambandið hevur hildið fram líka til hendan dag.
Eftir møtið fingu vit eina góða og hugnaliga løtu saman við samkomuni. Umframt onkrar heilsanir varð eisini ein sangur sungin, sum Andrew hevði skrivað til lagið “Thank you for the music.” Hetta varð ein góð løta saman við tí samkomu, vit hava savnast við í mong ár og havt so stóra gleði av.
Í Sálmi 90 eftir Mósesi stendur, at “lív okkara varir… 80 ár, tá ið styrkin er nógv”. Hvat so enn liggur í hesum orðum, má eg fyri mín part takka Harranum fyri tey 80 árini, Hann hevur unt mær – og fyri mína kæru konu, familju, samkomu og góðar vinir á lívsleiðini.
Á møtinum hendan sunnumorgunin varð afturlítandi sangurin sungin, sum varð til, eftir at eg hevði rundað tey sjeyti. Afturvendandi orðini eru at “
av náði Guds eg eri tað, eg eri, og Hans náði stór var móti mær.”   Tað kann eg framvegis bara siga amen til.                                                                                                                                                                                                                        Øssur
Nakrar myndir frá sunnudegnum 13. februar:

       

 

You may also like...