Felagsmáltíð aftur í Skovlunde

Tað hevur verið hugaligt at síggja, hvussu samkomu- og kirkjulív letur uppaftur  nú eftir summarfrítíðina og er farið at líkjast tí, sum vit kenna. Í Kristnastovu eru eitt nú fríggjakvøldssamkomurnar byrjaðar aftur, og fólk leita út á Birmavej aftur hvørt fríggjakvøld. So nú eru møti aftur bæði fríggjakvøld klokkan 20 og sunnumorgun kl. 11.
Í Skovlunde eru ymisku møtini og tiltøk eisini byrjað aftur. Eisini felagsmáltíðin, sum plagdi at savna nógv av fólki – teirra millum fleiri føroyingar og tilflytarar úr øðrum londum.
Myndirnar niðanfyri vóru tiknar á samkomuni, sum var mánadagin 20. september – har fyrsta felagsmáltíð hildin við góðari undirtøku eftir longu tíðina við korona farsóttini.
 

You may also like...