Ljós birtist í deyðaskuggans landi
Kendu profetisku orðini hjá Esaiasi profeti kap. 9 um komu Messiasar verða ár eftir ár upplisin í samkomum og kirkjum í adventstíðini, meðan jólini nærkast.
Sálmurin hjá Victor Danielsen “Í deyðaskuggans landi” tekur sítt útgangsstøðið júst í hesum kapitli, har tað í v. 6 verður profeterað: “Fólkið sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós; tey sum sita í landi deyðaskuggans, yvir tey skal ljósið skína” og í v. 6 verður sagt: “Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla.”
Persónligi vitnisburður yrkjarans kemur eisini fram í nevnda sálmi. Victor greiddi í talum sínum ofta frá, hvussu hann veturin 1913-14 fór ígjøgnum ein sváran sálarbardaga, tá hann lærdi til lærara í Havn. Men umsíðir vann ljósið á myrkrinum. Victor tekur soleiðis til í eini talu: “So við og við varð hitt himmalska dagsljósið sterkari í sál míni. Tað rann upp sum eitt ljós, og sum tað stendur: “Tað ljósið kom frá Golgata.” So eg haldi vit kunnu siga, at Esaias kap. 9 er inspiratiónskeldan hjá Victori, sum leggur støði undir hansara egna, persónliga vitnisburði.
Sálmurin er nr. 462 í NSGF. Siloakórið sang hann inn á fløgu fyri nøkrum árum síðani, og upptøkan kann hoyrast her: Í deyðaskuggans landi
Í deyðaskuggans landi,
har skygdi ljósið bjart,
tá fast í trælabandi
tú, sál mín, bundin vart!
Tá deyð var vón og troyst,
og stongdar allar gøtur,
kom hjálp og friður søtur,
varð gátan myrka loyst.
Ei var tað egin styrki,
ei var tað vitskaps ráð,
ei manna kraft og yrki,
ið kundi hjálpa tá;
tað var hitt gleðiljóð:
Ein Frelsari er føddur!
Har fann mín fótur møddur
ta søktu trygd og ró.
Nú ljósur er mín vegur,
eg ferðist trygt avstað;
tí eyga mítt, tað hevur
Guds stóru frelsu sæð.
Hvør svari fyri seg –
hvør veit, hvat hann man meina –
mær tørvaði hitt eina,
at finna, Jesus, teg!
Á Frelsari, tú mildi,
hin ættin, tú komst til,
teg ikki kenna vildi,
ei heldur nú hon vil!
Tó hjørtuni, so mong,
sum egna armóð skilja,
tær, Harri, fagna vilja
við tøkk og gleðisong!
Victor Danielsen, 1894-1961