Tom Roberts heimkallaður

Tom Roberts talar í gomlu Kristnastovu – tulkaður av Páll Poulsen 

Símun Fuglø og Tom Roberts – tekning av            Ólavi á Váli

Fyri nøkrum døgum síðani frættist, at Tom Roberts, evangelistur, úr Bahamaoyggjunum var farin heim til Harran. Hann var føddur í 1935, so hann hevur verið um tey 89 árini, nú hann fór.
Hesin litríki og gávaði evangelisturin hevði stóran andaligan týdning fyri føroyingar í 70unum, tí mong komu til trúgv gjøgnum talu hansara. Tað tóktiust, sum hann fekk eina serstaka inngongd í samkomunum. í Føroyum. Tað var á serliga á fyrstu vitjan Tom Roberts í 1974, at tað hendi eitt andaligt gjøgnumbrot , har mong komu til trúgv, vóru endurreist ella doypt. Tom bjóðaði mangan fram til samtalu og forbøn, og mong komu fram, serliga á fyrstu vitjanini.  Hann gloymdi ongantíð Føroyar og vitjaði mangan aftur. Lesa, kona Tom, var stundum við honum á ferðini, og tað var týðuligt, at tey vóru sera góð hjún.
Á ferðum til og úr Føroyum lá leiðin ofta til Keypmannhavnar, har hann talaði á møtunum í Kristnastovu og donskum brøðrasamkomuni í Thorsgade 40 – seinni Berøa. Hesar vitjanir vóru góðar og lívgandi, og vit minnast tær við takksemi.
“The Bahamas has lost a giant, a warrior and a true and legendary patriot, world renowned evangelist” – verður sagt úr Bahamaoyggjunum á einum av miðlunum.”  Tom Roberts var ein sannur evangelistur og kærur bróðir, sum nú er komin heim til meistara sín.
Greinirnar niðanfyri stóðu í Boðberanum í 70unum í samband við vitjanir av Tom Roberts

Grein

              

You may also like...