MAF fær føroyskan flogskipara
Tá ið vit síðsta leygardag fóru til ársfundin hjá MAF (Mission Aviation Fellowship) fingu vit eina serstaka uppliving. Ein ungur føroyingur varð presenteraður á fundinum, sum seinni í ár fer at flúgva sum flogskipari fyri MAF. Hann eitur Andrias Hansen og býr í Leirvík. Hann er sonur Lindu og Jørund Hansen, sum í mong ár vóru trúboðarar í Grønlandi.
Tað var aðalskrivarin í donsku deildini hjá MAF, Peter Hedelund, sum greiddi MAF greiddi frá hesum góðu tíðindum, og so fekk Andrias høvi at siga eitt sindur um sína bakgrund og stigið, hann hevur tikið at fara út í hesa spennandi tænastu. Og tað gjørdi hann væl. Høvi var til spurningar, og tað var týðuligt, at fólk vóru sera fegin um, at onkur “í ríkisfelagsskapinum” fór út í hesa tænastu, Síðani var biðið fyri Andriasi við handaálegging. Av sonnum ein hugtakandi løta.
Hvat er so MAF? Í stuttum kann sigast, at MAF hevur eina týðandi tænastu í nógvum londum, har tað er illa framkomuligt. Teir hava yvir 100 flogfør, sum flúgva mat, heiluvág, reint vatn og aðrar neyðsynjarvørur út til tørvandi lond og øki. Teir avheinta sjúklingar, sum hava brúk fyri at koma á sjúkrahús. Og so veita teir trúboðarum hjálp á ymsan hátt og flúgva t.d. bíbliur út til øki, har tørvurin á orði Guds er stórur. MAF hevur eina tænastu, sum mangir kristnir og sosialir felagsskapir njóta gott av – fyri ikki at tala um øll tey, sum fáa kærkomnu hjálpina.
Vit gleðast um trúarstigið hjá Andriasi og ynski okkara er, at tað skal vera til signing fyri mong. Niðanfyri síggjast myndir frá ársfundinum.