Farin um tey fimti ár
Hósdagin 21. september vóru 50 ár liðin síðani fyrsta samkoma varð hildin í íbúð okkara á Oxford Allé. Samkoman var eitt fríggjakvøld, og síðani hava tær sokallaðu “fríggjakvøldssamkomurnar” verið hildin uttan íhald – burtursæð frátíðini, tá koronasóttin herjaði.
Hildið varð tí at vera hóskandi at lata fríggjakvøldssamkomuna 22. september verða merkt av søguni hjá Kristnastovu hesa farnu hálvu øld. Stórur áhugi var fyri hesi serstøku fríggjakvøldssamkomu – eini 130 fólk mundi vera. So tað var ikki sørt rokaligt í hølunum, og nøkur máttu vera í kjallaranum og fylgja við á TV-skýggja. Vit sungu “Kristnastovusangir” m.a. “Av náði Guds” og “Sig takk nú av hjartans grund” – og av sonnum høvdu vit orsøk at siga Harranum takk. Eftir møtið og ein góðan veitslukendan drekkamunn var forvitnisligur filmur um Kristnastovu sýndur, sum Kirstin Vang Hansen hevur gjørt, sum bæði lýsir Kristnastovu í dag og í søguligum ljósi.
Andrew Berghamar og Niels Pauli Nónstein leiddu hesa løtuna, har mong av okkara ungu útisetum vóru við, men eisini einir 10-15 veteranar – fólk sum fyrr savnaðust við okkum og vitjaðu aftur á slóðina hetta kvøldi. Kristian Guttesen, sum í mong ár var ein stuðul í verkinum, bar eina heilsu fram og somuleiðis Árni Helmsdal, sum hevur havt nógv samband við Kristnastovu gjøgnum árini. Myndir vóru sýndar, og eitt nú var eisini sangurin “Spyr Harran fyrst” sungin av Sarah Klakkstein og tónleikarum. Niels Pauli Nónstein avrundaði kvøldi við einum viðkomandi boðskapi.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá kvøldinum. Myndatakari: Karita Vitalis Mellemgaard.