Stimbrandi byrjan
Skúlarnir eru byrjaðir aftur, og tá plagar skarin at vera stórur, sum leitar út í Kristnastovu. Soleiðis er eisini ár. Veðrið var av tí besta hendan sunnumorgunin, vit savnaðust í Kristnastovu, og vit vóru mong í tali. So mong, at fleiri máttu sita í gongini undir møtinum.
Gott at síggja unga skaran fylkjast til samfelag, breyðbróting, orð Guds og andaligt samfelag, nú eitt nýtt skúlaár liggur fyri framman.