Sangur frá fyrstu leguni í 1976
Tað var vikuskiftið 6 -8. februar 1976 at allarfyrsta legan hjá Kristnastovu varð hildin á “Kongelejren” í Norðursjællandi við heilt góðari undirtøku. Ungir føroyskir útisetar í Danmark komu saman til andaligt samfelag, teirra millum fleiri lesandi í Århus – eitt nú Róland í Skorðini, Árni Helmsdal og Johan Poulsen. Harumframt vóru Páll Poulsen og Rodmundur í Liða (sum tá hevði eftirnavnið Nielsen) eisini við, sum helst mundu taka sær av bíbliutímunum.
Eg var sjálvur spentur upp á leguna, sum jú var hin allarfyrsta hjá okkum, og sum legan nærkaðist, vóru tankarnir leiddir til ungu føroyingarnar, sum stóðu í besta blóma, og týðandi avgerðir í lívinum skuldu takast. Og so komu orð og lag til sangin “Spyr Harran fyrst”. Johan Poulsen úr Klaksvík, sum las til lækna í Aarhus, framførdi sangin á fyrsta sinni. Síðani fóru vit at syngja hann í Kristnastovu á Oxford Allé – og síðani á Birmavej 36.
Seinastu árini hevur hann ikki verið so nógv sungin. Men fyri nøkrum vikum síðani var hann útgivin – innsungin av Regini Guttesen. Kønar hendur hava verið rundan um hesa verkaætlan, tað hoyrist. Regin syngur sangin bæði væl og inniliga við so fínum variatiónum inn ímillum.
Eg veit, at hesin sangur hevur havt nakað at týða fyri nøkur menniskju, eg havi havt samband við, og tí eri eg so takksamur fyri at hann er útkomin. So eg sigi hjartans tøkk til Jóhan Magnus Gunrim, sum hevur tikið stig til hesa útgávu – og aðrar útgávur við – og til Jákup Zachariassen og Óla Poulsen fyri teirra hjálpandi hendur. Eri eisini takksamur fyri at Regin vildi syngja júst hendan sangin.
Og ja – kann sangurin enn einaferð minna á, at okkara lív er ov dýrabart at læna, so hevur hann havt sína missión.
“Spyr tó fyrst, hvat HARRIN sigur“! (1. Kong. 22,5)
Sangurin kann hoyrast HER – og er annars lættur at finna á netinum, um tú skrivar “Spyr Harran fyrst”.