Ebenezerkórið vitjar á hvítusunnu
Tað var ætlanin hjá Ebenezerkórinum at koma at vitja her í Danmark tíðliga á sumri 2022. Hetta var tó av ongum, tí eftir koronusteðg var kórið ikki reiðiliga komið fyri seg, so avgjørt varð at útseta ferðina.
Men nú er sett út í kortið av nýggjum, tí um Gud vil vitjar kórið um Hvítusunnuna.
Tey koma 25. juni, og ætlanin er at syngja á fleiri støðum undir fimm daga steðginum í Danmark.
Byrjað verður í Norðurjyllandi, har kórið fer at syngja í Hirtshals og møguliga onkra aðra staðni. Væntandi leggja tey leiðina um Odense á veg til Keypmannahavn, har tað helst verður ein sangløta í einum samkomuhøli har. Síðani liggur leiðin til Keypmannahavnar, har kórið fer at syngja á fleiri støðum um Hvítusunnuna. Skráin er ikki fastløgd enn, men tað fara vit at koma aftur til seinni.
Ebenezerkórið hevur stundum verið á uttanlandaferð við sangi teirra, men ongantíð vitjað her í Danmark. Tó var ein sangløta á Norðuratlantsbrygguni í 2011, tá kórið skuldi víðari á ferð til Ísraels. Seinast, eitt kór frá føroysku samkomunum var á vitjan í Danmark, var eisini í 2011, tá Siloakórið úr Fuglafirði var á stuttari ferð í Danmark.