Jólaløta við seniorunum

Í mong ár hevur verið siður hjá okkum í Kristnastovu at savna tey, sum eru komin upp árini, til ein góðan bita við føroyskum viðskera, syngja jólasangir og luta nakrar tankar eisini frá orði Guds. Í koronatíðina var hetta ikki gjørligt, men nú er alt við tað gamla, og mikudagin 7. desember høvdu vit ta árligu seniorsamkomuna fram móti jólum. Og enn einaferð fingu vit eina góða løtu saman við sangi, práti, spurnarkapping og einum orði til seinast. Vit saknaðu nøkur teirra, sum vanliga plaga at koma, men vóna at síggja tey í komandi ári.
Og núð ið jólini standa fyri framman, vóna vit, at øll fáa eina góða, friðfulla og signarríka jólahátíð. 

      

You may also like...