Eldri sangur – nýggj útgáva
Tekstin til sangin “Leið meg til tær grønu fløtur” skrivaði undirritaði í 60unum. Av orðunum sæst, at Sálmur 23 eftir Dávid hevur verið í huganum. Sangurin er nýliga innsungin við lagi, sum tó er gjørt í nýggjari tíð.
Tað er ikki ofta, sangurin hevur verið sungin gjøgnum árini. Tó hevur hann verið nakað at hoyra, serliga eftir at Dánjal Eysturstein í Leirvík hevði skrivað nótar til sangin.
Hin 11. august varð sangurin so útgivin av forlagnum Tónar, sum Jóhan Magnus Gunrim stendur fyri. Hann kann nú hoyrast á fleiri stroymingartænastum. Hans Poulsen hevur framleitt sangin á hugtakandi hátt og spælt fleiri ljóðfør, meðan sangurin er væl og vakurt sungin av Bárði á Lakjuni og teimum, sum syngja kór. Harumframt eru aðrir kønir spælarar við. Upptøkan er gjørd í IntroVersStudio. Her eru nøvnini á teimum luttakandi:
Kórsangarar eru: Jóhan Magnus, Judy Andersen, Karlina Justinussen og Margretha Poulsen,
Trummur: Jósva Debes – Bass: Torleik Mortensen.
Onnur ljóðføri: Hans Poulsen
Framleitt og upptikið í IntroVers Studio. Ljóðblandað hevur Óli Poulsen.
Sangurin er eisini lagdur út á youtube – sum tað sæst niðanfyri – og kann hoyrast her í Danmark, men møguliga ikki í Føroyum.
Sangtekstur og nótar kunnu annars finnast HER
Eg kann bara siga HJARTANS TØKK til teirra, sum hava fingið hesa útgávu í lag – við vón um at sangurin fer at vera onkrum til signing.
Ø.