Bøn fyri Ukraina
Nógvar samkomur og kirkjur hava havt serstaka bøn fyri støðuni í Ukraina, sum ørkimlar okkum øll. Soleiðis var eisini hendan mikudagin 10. mars, tá tað var seniormøti í Skovlunde Frikirke. Ljós varð varpað á syrgiligu støðuna í Ukraina, Orð Guds var lutað, myndir vístar og greitt var frá ymiskum, sum hent er hesa tíðina. Áhugavert var eisini at hoyra Nadja, sum er úr Ukraina, greiða frá. Hon tosaði á enskum og varð tulkað av Símuni Fuglø. Nadja býr í Danmark saman við familjuni og hevði eina dóttir, sum var í Ukraina, tá kríggið brast á. Maður hennara avgjørdi at fara til Ukraina eftir dóttrini, og torført var at koma útaftur, men tað eydnaðist. Tey eru kristin og savnast í Glostrup Frikirke.
Eisini Jákup Hansen kundi greiða frá, hvussu ein familja hevði gist í Kristnastovu á veg til Noreg. Talan var um eini hjún við fimm børnum, sum trongdu til hvíld eftir eina langa ferð gjøgnum fleiri lond,
Og so varð bøn fyri Ukraina og teimum mongu, sum eru rakt og særd av bardaganum á báðum síðum. Og at friður og gleði aftur má koma til eitt fólk, sum sum á hjartaskerandi hátt hevur sæð sítt land hertikið av fremmandum hervaldi.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá løtuni í Skovlunde Frikirke.