Heilsan til seniorarnar
Óneyðugt at siga, so hevur koronasóttin skert virksemið hjá mongum kirkjum og samkomum í Danmark – og í Føroyum við. Hon hevur eisini rakt nøkur av teim tiltøkum, sum plaga at vera í Kristnastovu, eitt nú seniorsamkomuna, sum er fyri eldri útisetar. Henda samkoma, sum plagar at savnað fitt av fólkið saman, hevur verið hildin um jóltíðir í mong ár, men varð avlýst hesaferð.
Í staðin var ein heilsan send “seniorunum” við nøkrum myndum frá jólasamkomum í tíðarskeiðnum 2015-2018. Nøkur av teimum luttakandi, sum eru við á myndunum, eru nú heima hjá Harranum, men vit minnast tey við takksemi.
Tú kanst síggja myndirnar við at trýsta á linkið HER