Gerandislívið vendir aftur

Komið er út í august mánaða, skúlarnir byrja aftur, og gerandislívið hjá mongum vendir aftur, tó helst nakað broytt hesa tíð við tí óvissu, sum er tengt at koronastøðuni.
Eftir eitt summar, sum hevur verið øðrvísi enn tað plagar, var tað tó lívgandi hendan sunnudagin 16. august at síggja nakrar av útisetunum aftur, sum høvdu verið í summarfrí heima í Føroyum. Og sum tað sæst á einum av myndunum, so kundu vit hendan sólríka summardag syngja:
Vit tær takka, kæri Faðir, fyri ársins ljósu tíð
fyri lýðku, lív og lit um land og hav.
Mest av øllum Tínum kærleika vit vilja gleðast í
og tær lova fyri Sonin, ið tú gav.
Eftir eina gevandi løtu innandurað var eisini høvi at vera eina løtu uttanfyri í góðveðrinum.

 

You may also like...