Atsøkt fyri trúgv teirra
Altjóða felagsskapurin Open Doors, sum er umboðaður í Danmark, hevur nýliga kunngjørt árliga listan av londum, har forfylging av teim kristnu er mest víðgongd. Hesin felagsskapur, sum arbeiðir fyri at hjálpa og upplýsa um viðurskifti teirra kristnu , ið eru undir trýsti, ger á hvørjum ári ein lista við 50 tjóðum, har mótstøðan er serliga harðrend. Kanning teirra er, sum skilst, rættiliga neyv og gjørd av kønum fólki.
Norðurkorea stendur eins og í fjør ovast á listanum og í kjalarvatninum koma Afganistan, Somalia, Libya, Pakistan, Eritrea og Sudan.
Syrgiliga niðurstøðan frá Open Doors er, at mong kristin í dag eru undir stórum trýsti og líða nógv vegna trúgv teirra. Henda støða eigur at vera umhugsað og nevnd á samkomum okkara, sum savnast í frælsi á okkara leiðum. Vit eiga at minnast tey regluliga við bønum okkara.
So er spurningurin, hvussu vit annars kunnu stuðla teimum, sum verða illa viðfarin vegna trúgv teirra á Jesus. Her kann meira fáast at vita við at fara á heimasíðuna hjá Open Doors – link er her.