Samfelagsmøti enn einaferð
Tá ið ein er vaksin upp við samfelagsmøtunum í Havn, men býr uttanlanda, er tað nakað serstakt at koma heimaftur og vera við til hesa stevnu, ið framvegis savnar nógv fólk saman úr øllum ættum. Enn einaferð kendist fjálgt og gott at hava samfelag við fjøld av fólki, sum ein hevur kent gjøgnum mong ár. Umframt onnur, sum ein hevur lært at kenna seinnu árini, eitt nú gjøgnum arbeiði okkara í Keypmannahavn.
Vit eru framvegis nøkur, ið minnast gamla Ebenezer, sum lá har stóri bygningurin liggur nú. Salurin var bygdur í 1905, men gjørdist við tíðini ov lítil, serliga tá samfelagsmøti vóru. Hann varð tikin niður í 1963, tá nýggi og nógv rúmligari salurin varð bygdur.
Nú eru aðrar tíðir. Nøkur av møtunum fara fram í Ebenezer, serliga fyrstu dagarnar, meðan fleiri av teim seinnu eru í rúmligu høllini á Hálsi. Fólk hittast, sum eru komin ymsastaðni frá, ja eisini fleiri, ið búgva uttanlanda. Tey heilsast, práta, luta signingar og royndir, og góðir drekkamunnar eru at fáa her og har. Møtini verða hildin, og enn einaferð hoyrist evangeliski boðskapurin gjøgnum fjølbroyttan sang, vitnisburð og talu. Vit mugu ásanna, at tekniskt er alt á hægri støði í dag enn tað var áður, men boðskapurin er tó hin sami, tíbetur.
Og sum vanligt er í dag vera møtini bæði útvarpað og stroymd, so at fólk kunnu sita runt kring alla verðina og fylgja við.