Glaðir gevarar
Christmas Child er eitt afturvendandi samkomu- og familjutiltak, sum fer fram, tá jólini stunda til. Tað er rættiliga øðrvísi enn onnur tiltøk, men sera viðkomandi, tí tað á ein ítøkiligan hátt gevur børnunum eitt serstakt høvi at hugsa um onnur børn, ið ikki hava tað líka gott sum vit. Og tey vaksnu, ja, tey tykist eisini verða rivin við og mint á týdningin at lívga onnur.
Fyrri partur av møtinum í Kristnastovu sunnudagin 10. oktober var merktur av Christmas Child, har børnini komu við teirra skógvaeskjum fyltum við gávum til børn, sum búgva í Moldava. Tað kundi ikki annað enn nema við hjartað at síggja smáu, pyntaðu børnini koma við eskjunum og leggja tær í frammalaga í høllini. Hesar gávur skulu so sendast til Moldova og handast børnum har.
Vit vórðu gjøgnum sang og framførslu mint á at vera glaðir gevarar og eisini á størsta fyridømi okkara, Harran Jesus, ið gjørdist fátækur, fyri at vit við fátækt Hansara skuldu verða rík. (2. Kor. 8,9).