Fyrsti skúladagur mín
Vit eru í september mánaða, og heystið er yvir okkum. Skúlarnir eru byrjaðir aftur. Fyrst vóru tað børnini, sum fóru aftur í skúla, og síðani tey ungu, sum eru farin á eftirskúlar ella hægri skúlar. Men í hesi grein leita vit 70 ár aftur í tíðina, og vit eru í Havn í august mánaða 1949.
Dagurin stendur enn klárur í hugaheimi mínum, tá eg sum sjey ára gamal piltur í august 1949 hevði mín fyrsta skúladag í gamla Kommunuskúla í Havn. Hetta hevur verið fýra ár eftir seinna heimsbardaga, og tá var kommunuskúlin í grótsetta bygninginum, ið nú er vorðið til Ráðhús í býnum. Sæð við tátíðar brillum mundi skúlin nokk vera ein háborg fyri bæði lærdómi og mentan hjá einum uppvaksandi ættarliði.
Miðbýurin var ein annar enn hann, vit kenna í dag. Havnará rann tutlandi fram við Tinghúsvøllin, ferðslan av bilum var lítil og vegirnir smalir. Vit búðu úti í Rættará um hetta mundið. Tá kundi ein ikki ganga fram við sjóvarmálan við Skálatrøð, sum vit gera í dag, so eg gekk við míni skúlatasku fram við handlinum hjá Poul Restorff oman eftir Conradsbrekku – víðari fram við smiðjuni í Litluvík og “Gamle Danmark”, sum eini hús vórðu kallað har – og umsíðir var tignarligi grótbygningurin í eygsjón.
Flestu floksfelagar mínar kendi eg ikki frammanundan, men skjótt rann saman millum fleiri okkara. Nøkur komu tó seinni í klassan. Nøvnini koma her – og so veit eg ikki um onkur er gloymdur: Annfinnur, Kristoffer, Regin, Ingi, Hergeir, Niels, Dánjal, Åge, Poul Eli, Páll, Sjúrður, Eyðun, Gudmund, Bjarni, Jóhannes, Elinborg, Oddvør, Ulla, Lizzie, Hjørdis, Rannvá, Sigrun, Ruth, Sólrun, Hanna, Frida og Gunnvør. Fyrsti skúladagur hevur helst verið 18. august 1949, og tá byrjaði ein nýggj tilvera, har alt var spennandi, og lívið lá fyri framman.
Haldi ikki eg fari skeivur, tá eg sigi, at Poul E. Petersen úr Sørvági, var flokslærari okkara – veit tó ikki, um nakað æt so tá. Hann er so tann, ið eg síggi fyri mær á fyrsta skúladegi mínum. Og so eru tað hinir lærararnir: Jákup av Skarði, Johan Olsen, John Davidsen, Holgar Bærendsen, Jacob Wenningsted, Hjalmar Hátún. Syskinini Helena og Holgar Bærenden vóru eisini lærarar, men tó ikki hjá okkum, so vítt eg minnist. Seinni komu Hans Husgaard, Hjørdis Henriksen og skyldmaður mín av Toftum, Hans J. Højgaard við í skaran av lærarum. Flestu teirra kallaðu vit tó bara við eftirnavnið, sum var vanligt tá. Og so má eg nevna tann virðiliga skúlainspektørin Zacharias Sørensen, sum eisini var deknur í Havnar kirkju. Hann var ikki lærari okkara, men tók við, um onkur av føstu lærarunum var fráverandi.
Morgunsangurin var ein góð byrjan til dagin. Við andakt sungu lærarar og næmingar
Morgunroðin lýsir
bjart á fjøll og skýggj,
brátt úr havi rísur
sólin blonk og lýggj…
og aðrar sangir og sálmar. Kanska ikki mest musikalsku tónar, sum ljóðaðu frá okkum so tíðliga á morgni, men onkunsvegna varð nomið við hjartað, áðrenn fyrsti skúlatími byrjaði. Eg veri framvegis mintur á hesar løtur, tá eg viðhvørt lýði á morgunlesturin í Kringvarpinum og hoyri nakrar av morgunsangunum, vit sungu tá.
Esther Djurhuus var barnatannlækni, og mær tykir, at hendan hábærsliga kvinnan dugdi væl við okkum børnum. Tó var eg ikki sørt skelkaður, tá vinmaðurin, Ingi Mohr, fekk eina tonn trekta, og eg kundi bara eygleiða líðing hansara – uttan at kunna koma honum til hjálpar. Og so skuldi eg í stólin beint aftaná.
Tíðin um hetta mundið var ikki júst merkt av tí “pedagogikki”, sum vit ganga so høgt uppí í dag. Lærarnir høvdu ein høgan status, sum skuldi virðast. Haldi tó, at teir fleiri teirra dugdu sera væl at læra frá sær, eitt nú hugfarsligi havnarmaðurin, Johan Olsen, sum kom frá Lavafólkunum. Vit lærdu at skriva og rokna umframt at fáa kunnleika til føroyskt og danskt, søgu og landalæru. Og so var tað pláss fyri onkrum óvæntaðum. Til dømis, tá Wenningsted bankaði upp á dyrnar mitt í tímanum fyri at fortelja okkum, at tað var grindaboð. Glað vóru vit, alt steðgaði upp, og vit tustu avstað. Ella tann frálíka summardagin, tá avgjørt var, at allur skúlin skuldi gera útferð út í Havnadal. Har spældu vit niðri við ánna, og so kom ein vøruvognur frá Frants Restorff framvið, og vit fingu øll ein íspinn í part. Og tað var sera forkunnugt tá.
Tá ein vanligur tími var av, ringdi klokkan fyri fríkorteri, og so var lív og leikur úti í garðinum, sum í dag er vorðin til parkeringsbásar. Men har lærdu vit okkara javnaldrar at kenna, sum búðu ymsastaðni í Havnini, ja eisini heilt úti á Argjum.
Í DAG skriva vit 2019 og Havnin er broytt munandi. Eingin tutlandi Havnará er longur, tí lok varð lagt á hana fyri mongum árum síðani. Í dag er nýggj kiosk komin at standa tætt við, sum tó ber brá av einari farnari tíð. Lærararnir eru allir farnir undir grønu torvu fyri langari tíð síðani. Flokksfelagarnir eru nakað spjaddir, og fleiri teirra eru ikki millum okkara longur. Regin og Bjarni fóru fyri mongum árum síðani. Lizzie er eisini farin, og somuleiðis Jóhannes. Kristoffer, sum var síðumaður mín okkurt av skúlaárunum, doyði fyri umleið 10-12 árum síðani. Eg hevði ikki sæð hann í mong ár, hóast hann búði í Danmark, men fekk høvi at vera við til jarðarferðina. Páll og Ingi gjørdust báðir raktir av svárari sjúku og andaðust herniðri – Páll á Ríkissjúkrahúsinum í 2005 og Ingi á Bispebjerg Hospital í 2009. Í báðum førum fekk eg høvi at siga nøkur orð við børu teirra, áðrenn farið varð til Føroya. Friður veri við minni teirra, sum farin eru.
Alt hetta kemur fram, nú eg minnist aftur á fyrsta skúladag og tað er ikki sørt av sorgblídni, nú eg hugsi um gamlar gøtur í Havn. Tað kennist tó sum ein signing at hoyra til eina lítla tjóð. Tí tá eg eri á vitjan í Føroyum, kann eg framvegis renna meg í gamlar floksfelagar og barndómsvinir á Áarvegnum, niðri í Vágsbotni ella á flogvøllinum. Og so gevst høvi at práta og minnast aftur á “tíð, ið var.”
Tá vit vóru heima í Føroyum á sumri 2012, og Ólavsøka var, nýtti eg høvi at síggja hølini í gamla skúlanum einaferð enn. Snotulig høli allastaðni. Nú verður bygningurin nýttur til onnur endamál, og tó er søgan malandi í huganum. Heðin Mortensen, táverandi borgarstjóri, sum eisini hevði gingið í skúla í sama bygningi, vísti mær og Susan runt í húsinum, meðan hugsanir mínar leitaðu aftur til gamlar dagar. Sera áhugavert.
Í dag skriva vit 2019. Sjeyti ár eru liðin síðani fyrsta skúladag, og her siti eg nakað uttan fyri Keypmannahavn og hugleiði um eina tíð, ið er farin í søguna. Tó eri eg Harranum takksamur fyri mong góð barnaminni úr heimi og skúla, sum hava verið við til at mynda og ríka um lív mítt. Eisini fyrstu skúlaár í gamla Kommunuskúlanum í Havn. Øssur
NB! Síðani henda grein varð skrivað eri eg mintur á fýra næmingar, sum seinni komu í klassa okkara, nevnliga Edla, Ebba og Edward, ið vóru systkin, og síðani Kári…