Eitt ljóst hásummarkvøld
Seinasta fríggjadagssamkoma í Kristnastovu fyri summarfrítíðina var 14. juni. Eftir at vit høvdu sungið saman – og lovsangurin ljóðaði so væl hetta ljósa summarkvøld – var eitt sindur gjørt burtur úr, at tað seinni í hesum mánaða eru 40 ár, síðani fyrsta fríggjakvøldssamkoma var á Birmavej 36. Síðani talaði Símun Absalonsen, og hann talaði um hetta, at vit sum kristin hava Guds Anda og kunnu fata tað, ið heimurin ikki kann skilja.
Eftir møtið varð bál tendrað úti í urtagarðinum og farið var útum. Tað hevði hug at regna eitt sindur, men ikki nóg mikið til, at fólk ikki kundu hugna sær eina løtu uttanfyri eisini. Nú fara mong heim av teim lesandi heim til Føroya at halda summarfrítíð. Fríggjakvøldssamkomurnar byrja aftur í august, meðan møtini sunnumorgunin kl. 11 halda fram alt summarið.